Fleiri túsund fólk mótmæltu í gøtunum í Barcelona, tá ið átta fyrrverandi ráðharrar úr Kataloniu vórðu varðhaldsfongslaðir í gjár.
Eftir at Manuel Rajoy hevði tikið valdið á Katalonia fyri eini viku síðan og landspartaval varð lýst at verða í Kataloniu 21. desembur, vórðu 14 ráðharrar ákærdir fyri uppreistur, at eggja til ófrið og at misbrúka almennan pening.
Í gjár møttu níggju fyrrverandi ráðharrar í rættinum at svara ákærunum. Átta av ráðharrunum vórðu varðhaldsfongslaðir við teirri grundgeving, at teir kundu flýggja, um teir vórðu leyslatnir til rættargongdin byrjar.
Charles Puidgemont, fyrrverandi forseti Katalana, og fýra aðrir ráðharrar úr stjórnini hjá honum eru í Brússel og møttu ikki í rættinum í gjár, hóast teir eisini vórðu innkallaðir. Puidgemont hevur sjálvur sýtt fyri at møta í rættinum, og tí hava spanskir myndugleikar sent eina lýsing um handtøku til m.a. Brússel, har Puidgemont er staddur.
Puidgemont segði sjálvur fyrr í vikuni, at hann ikki var staddur í Brússel fyri at søkja um politiskt friðskjól, men at hann einans ætlaði at sleppa at halda tíðindafund uttan at vera í vanda fyri at verða handtikin.