Floksting í Klaksvík komandi vikuskifti

Undir heitinum “Saman kring landið alt um eina frælsa tjóð og einar javnar og skapandi Føroyar” verður floksting Tjóðveldis 2018 hildið á Tekniska skúla í Klaksvík vikuskiftið 6. og 7. apríl.

Á flokstinginum komandi vikuskifti verður forkunnug vitjan úr Íslandi, tá forsætisráðharri Íslands, Katrín Jakobsdóttir vitjar í Føroyum, og í tí sambandi verður gestarøðari á flokstinginum leygardagin.

Floksting Tjóðveldis 2018 verður sett í Tekniska skúla í Klaksvík fríggjadagin 6. kl. 19, og heldur fram leygardagin 7. apríl kl. 8.30 við morgunmati, og formansfrágreiðing kl. 9.30. 

Á flokstinginum verða øll tey týðandi málini, sum eru knýtt at høvuðsheitinum umrødd og viðgjørd. Hesi mál snúgva seg m.a. um burðardygd, náttúru og umhvørvi, frælsi, loysing, danska blokkin, størri ábyrgd og virðing fyri politisku skipanini, stovnsrøkt, betri heilsuverk, almennaverk og skúlaverk, umframt ein munagóðan økismenningarpolitikk, bert fyri at nevna nøkur av evnunum. 

Fyrsti flokstingsdagur 

Flokstingið byrjar kl. 19 fríggjakvøldið, tá Petur í Gong aðalstjórnarformaður setir tingið. Síðan verður mentanarligt tiltak, sum Steintór Rasmussen skipar fyri. 

Kl. 19.30 verður flokstingið skipað við tingformanni og tingskrivara, og sum siður er verður yvirlýsingartoymi valt. 

Á skránni fríggjakvøldið er framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og atkvøðugreiðsla. Fríggjakvøldið endar við vali av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum. 

Annar flokstingsdagur 

Flokstingið byrjar leygarmorgunin kl. 8.30 við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins. 

Eftir matarsteðgin á middegi leygardagin, kl. 13.15, fer Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri Íslands, at halda gestarøðu á flokstinginum. Eisini luttekur Steingrímur J. Sigfússon, forseti Altingsins á flokstinginum. Tað hevur í mong ár verðir fastur táttur, at íslendskir tinglimir frá teimum vinstru grønu vitja á árliga flokstingi Tjóðveldis. Somuleiðis vitja føroyskir tinglimir í Íslandi, tá systurflokkur Tjóðveldis í Íslandi hevur ársfund. 

Landsstýrisfólk og tingmanning leggja fram 

Eftir gestarøðuna hjá Katríni verður tiltak, har landsstýrisfólk og tingfólk floksins fara at greiða frá teimum málum, ið tey arbeiða við, nú valskeiðið er farið at lækka, og teimum møguleikum, ið eru fyri at røkka á mál, sum ætlað. 

Eftir framløgurnar hjá landsstýrisfólkunum og tingfólkum floksins fer Steingrímur J. Sigfússon, altingsformaður at halda røðu. Eftir røðuna hjá Steingrími verður hildið fram við politiska orðaskiftinum. Tá orðaskiftið er liðugt verður frágreiðing frá Unga Tjóðveldi, áðrenn yvirlýsing frá flokstinginum verður kunngjørd. 

Stroyming 

Annar flokstingsdagur verður stroymdur, og til ber at síggja stroymingina á heimasíðuni hjá Tjóðveldi, tjodveldi.fo og á fjurtandi.fo. Byrjað verður at stroyma kl. 9.30 leygarmorgunin, tá Høgni Hoydal floksformaður heldur formansfrágreiðingina. 

Veitsla 

Um kvøldið verður veitsla fyri øllum tjóðveldishugaðum. Tekning til veitsluna kann gerast hjá Mildrid, telefon 504606 og Lone, telefon 592424, ella umvegis teldupost: lone.hoeg.bejer@altfyrieitt.fo. Kostnaðurin er 270 krónur og kann gjaldast á konto 9865-100.268.0 í Norðoya Sparikassa.