Floksting Tjóðveldis 2019

5. og 6. apríl hevði Tjóðveldi floksting í kommunuskúlanum í Hovi. Yvirlýsingin frá flokstinginum 2019 ljóðar soleiðis:

Saman fremja vit loysingina

Vit standa á einum vegamóti. Løgtingsvalið verður avgerandi fyri framtíð okkara sum fólk, sum samfelag og sum tjóð.

Hetta valskeiðið hava vit tikið týðandi og tung tøk, sum tryggja búskapin nú og í framtíðini.

Vit hava framt eina fiskivinnunýskipan, sum tryggjar, at hvør stertur kemur okkum øllum til góðar, at vit hava fult ræði á okkara tilfeingi og at tað verður umsitið burðardygt.

Vit hava lagt lunnar undir eitt fjøltáttað og skapandi vinnulív, við vaksandi framleiðslu úr føroyskum rávørum.

Vit hava framt eina pensjónsnýskipan, sum skapar trygg og góð kor á ellisárum, gevur pensjónistum meira at liva fyri, tryggjar at ongin dettur niður ímillum og at nóg mikið av hondum verða til at lyfta, eisini um 50 ár.

Vit hava framt eina heilsunýskipan, sum gevur eitt betri og meira samanbundið heilsuverk. Vit hava sett fleiri kommunulæknar, fleiri serlæknar, styrkt økispsykiatriina og samskipað alt tað føroyska heilsuverkið. Tað gevur fleiri viðgerðir í Føroyum og betri tænastu í nærøkinum, betri fyribyrging og betri endurvenjing.

Vit hava býtt virðini í landinum javnari og givið lág- og miðalløntum munandi skattalættar. Vit hava tikið stór tøk fyri at minka um barnafátækradømi.

Samstundis hava vit havt stórt yvirskot á fíggjarlógini og lagt til síðis til verri tíðir.

Flokstingið staðfestir, at saman hava vit tikið stór tøk og reist tær súlur, sum sjálvstøðuga føroyska samfelagið skal byggja á.

Vit hava eisini stórar avbjóðingar fyri framman.

Tjóðveldi vil, at alt fólkið í Føroyum fær sín lut í teimum virðum og tí ríkidømi, ið her verður skapt. Allir borgarar skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Somuleiðis er politikkurin grundaður á sjónarmiðið um, at tess minni stættarmunur er, tess sterkari samfelag fáa vit.

Men vit mugu ásanna, at tað enn eru øki í Føroyum, sum ikki fáa sín lut í teimum virðum og tí ríkidømi, ið verður skapt her á landi. Vit mugu ásanna, at enn hava ikki allir borgarar í landinum somu møguleikar, um enn tey hava somu rættindi. Hetta mugu vit loysa.

FSamferðslukervið er okkara týdningarmesta amboð til at tryggja, at vælferð og møguleikar kunnu koma øllum borgarum til góðar. Bara við at betra um samferðslukervið, eisini til tey smáu plássini, kunnu vit tryggja veruligt samhaldsfesti millum fólk og øki í landinum. Tað er ein tjóðaruppgáva at loysa.

Tjóðveldi vil eisini, at vit skipa føroyska samfelagið á burðardyggum grundarlagi. Tær frælsu Føroyar, vit eru við at skapa, skulu ikki einans verða frælsar fyri okkum. Tær skulu eisini verða frælsar fyri komandi ættarlið og geva teimum somu ella betri møguleikar at trívast, liva, skapa og fjølgast. Uttan hóttanir av veðurlagsbroytingum, hungursneyð ella at føðiketan er dálkað við plasti og øðrum skaðiligum evnum.

Vit hava sett okkum sjálvum stór mál og stór krøv. Sum eitt av heimsins ríkastu samfeløgum er tað okkara skylda, ikki bara at vera við, men eisini at slóða fyri, tá tað kemur til varandi orku og náttúruvernd. Hesa ábyrgd vil Tjóðveldi bera. Vit vilja seta munandi størri ferð á skiftið til eitt samfelag, sum burturav dúvar upp á varandi orku, og gongur á odda at verja margfeldið í náttúruni.

Tað er samhaldsfesti millum fólk, øki og tvørtur um ættarlið.

Løgtingsvalið í 2019 verður tí avgerandi!

Vit skulu velja, um vit vilja halda áfram at menna samfelagið á teimum súlum, vit hava reist, og sum skapa tær Føroyar, vit ynskja sum sjálvstøðugt land.

Vit skulu velja, um vit vilja halda áfram við menningini, ella um vit vilja aftur í fortíðina.

Valið er, um tilfeingið í havinum og ríkidømið er og verður okkara nú og í komandi ættarliðum, ella um vit vilja lata tað aftur í hendurnar á nøkrum fáum.

Valið er, um virðini í samfelagnum skulu býtast javnt, har fólk og vinna lata til felagskassan, og saman vilja menna vælferðarsamfelagið og veita hjálp, har tørvur er á henni. Ella um vit vilja hava meira í egnan lumma, og so má hvør sæta sær sum best.

Valið er, um vit vilja eitt frælst, samhaldsfast og grønt samfelag, bæði fyri okkum og fyri allar okkara eftirkomarar.

Tíðin er tí komin, at vit byggja víðari. Tíðin er komin, at vit taka frælsið.

Til tess at røkka fullveldinum, hava vit allar fyrireikingar greiðar. Nú skulu seinastu stigini takast!

Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at loysingin nú skal fremjast í verki. Stór stig skulu takast!

Okkara aðalmál er at seta á stovn føroyska tjóðveldið. Tað er okkara fremsta mál í einum stjórnarsamstarvi.

Vit skulu halda fram at menna føroyskt mál, útbúgvingar- og mentanarstovnar.

Vit skulu heimtaka løgreglu, dómsvald og rættarskipan.

Vit skulu krevja, at blokkstuðulin verður niðurlagaður.

Vit skulu krevja, at skipaða loysingin verður sett á skrá aftur.

Seinastu fýra árini hava vit tikið ódnartøk saman við okkara samstarvsflokkum og stuðlum. Tað krevur samstarv at røkka stórum málum, og tað hava vit víst at vit megna.

Tí siga vit: Saman fremja vit loysingina!