Floksting um vikuskiftið

Fólkaræði, fiskur og virðisvøkstur eru á breddanum á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum er í Hósvík um vikuskiftið.

Tjóðveldi heldur floksting í bygdarhúsinum í Hósvík fríggjadagin 24. og leygardagin 25. mars. Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka saman um og seta út í kortið av nýggjum, samsvarandi hugsjónum floksins.

Petur í Gong, aðalstjórnarformaður, setir flokstingið í Bygdarhúsinum í Hósvík í annaðkvøld klokkan 19.

Á flokstinginum verður høvi hjá øllum limum og tjóðveldisáhugaðum at siga sína hugsan. Lítil ivi er um, at nógv av teimum politisku málunum, sum sitandi landsstýrissamgonga hevur sett sær fyri at loysa, fara at fáa drúgva umrøðu, harímillum: Stjórnarskipanin, ið skal til fólkaatkvøðu komandi ár, uppskotið til nýggjan heilsu- og sjúkrahúsbygnað, uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan, fíggjarpolitikkurin og samhaldsfestið, pensjónsskipan, útbúgvingarmál, mentanarpolitikkur, orku-og umhvørvismál, vinnupolitikkur, økismenning, ungdómspolitikkur og mangt annað.

Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har millum annað starvsnevnd skal veljast og innkomin uppskot verða viðgjørd. Í lógum floksins stendur, at allir limir hava rætt at seta fram uppskot. Fýra uppskot/áheitanir eru komin inn og verða løgd fram og viðgjørd á flokstinginum fríggjakvøldið:

  • Ein áheitan frá Suðurstreymoyar Tjoðveldisfelag at samtykkja, at tingfólk floksins verða biðin um at virka fyri, at sálarheilsa í breiðum týdningi verður uppraðfest.
  • Ein áheitan frá Unga Tjóðveldi um, at flokstingið heitir á samgonguna at raðfesta Fróðskaparsetur Føroya og at økja játtanina munandi á fíggjarlógini.
  • Tvey uppskot frá Unga Tjóðveldið um ávikavist at heita á flokstingið um at samtykkja,
    1) at vit í  Føroyum banna allari sølu av vørum við mikroplasti í og
    2) at flokstingið ger eina samtykt í seks punktum, sum skal miða ímóti, at Føroya gerast leysar av olju, koli ella øðrum kolvetni sum orkukeldu

Innkomnu uppskotini eru send økisfeløgunum, tingmanning og Unga Tjóðveldi, umframt miðlunum.

Leygardagin  byrjar  politiska  orðaskiftið  við  formansfrágreiðingini  kl.  09.30

Í formansrøðu síni, sum verður stroymd á heimasíðu floksins, fer Høgni Hoydal at kunna um og viðgera, hvat flokkurin hevur fingið framt í samgongusamstarvinum higartil, umframt at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa framt, nú gott og væl helvtin er eftir av samgonguskeiðnum.

Eftir formansrøðuna er viðgerð og orðaskifti á skránni.

Klokkan 13 fer Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, at gestarøða.

Orðaskiftið heldur fram allan leygardagin og endar við einari yvirlýsing frá flokstinginum.

Leygarkvøldið  verður  tjóðveldisveitsla  í  bygdarhúsinum.

Nágreiniliga skráin fyri flokstingið er henda:

Fríggjadagur 24. mars:
19.00: Petur í Gong, aðalstjórnarformaður setir flokstingið
19.15: Mentanarlig framførsla
19.30: Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi
19.45: Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
20.30: Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
21.15: Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum
22.00: Flokstingið niðurlagt

Leygardagin 25. mars:
08.30: Morgunmatur
09.30: Formansfrágreiðing
10.15: Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00: Matarsteðgur
13.15: Gestarøðari: Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri
13.45: Politiskt orðaskifti
15.00: Steðgur
15.30: Politiskt orðaskifti framhald
17.00: Frágreiðing frá Unga Tjóðveldi
17.30: Yvirlýsing
19.30: Tjóðveldisveitsla

Flokstingið  er  fyri  øll  tjóðveldishugað,  og  fjølmiðlarnir  eru  allir  bodnir  at  vera við.