FMR: Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum vísir ikki vilja til semju

Í tíðindaskrivi frá fíggjamálaráðnum verður sagt, at dyrnar altíð eru opnar, men at sjúkrarøktarfrøðingarnir mugu vísa semjuhug. Fíggjamálaráðið hevur boðið sjúkrarøktarfrøðingunum 1.449 krónur meira um mánaðin. 

Fríggjadagin fóru fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir í verkfall, eftir at tað gjørdist greitt, at samráðingarnar við fíggjamálaráðið ikki bóru á mál. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði eisini frá, at verkfallið verður víðkað, um fíggjamálaráðið ikki kemur til samráðingarborðið. Felagið vil vera við, at fíggjamálaráðið als ikki vil samráðast, og tað tykist greitt, at lønarsamráðingarnar, sum vóru við Starvsmannafelagið skulu vera grundarlag undir øllum samráðingum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Onnur fakfeløg hava mótmælt, at samráðingarnar við Starvsmannafelagið verða brúktar.

Men í tíðindaskrivi í dag sigur fíggjamálaráðið hinvegin, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vildu nakra veruliga semju, og at lønarsamráðingarnar tí slitnaðu. Fíggjamálaráðið sigur, at ein lønarhækkan á 1.449 krónur meira um mánaðin yvir tvey ár varð boðin sjúkrarøktarfrøðingunum, men at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum setti óvanliga høg lønarkrøv, ið fíggjamálaráðið ikki kundi ganga á møti. Fíggjamálaráðið hevur áður boðað frá, at lønarsamráðingarnar skulu gerast í krónum fyri at lægru lønirnar í ymisku lønarbólkunum lutfallsliga hækka.

Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong skrivaði á heimasíðuni hjá felagnum sunnudagin, at fíggjamálaráðið ikki hevur víst samráðingarhug. Hon sigur seg vilja rætta ein søguligan feil, har sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið ov lítið ímun til útbúgvingarlongd.

Men fíggjamálaráðið vísir á, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið í boði eina lønarhækkan, sum svarar til 5,15 prosent, sum er hægri enn miðal lønarhækkanina á almennu lønunum næstu tvey árini, sum verður 4,8 prosent.

Fíggjamálaráðið sigur eisini í tíðindaskrivinum, at tey skulu samráðast við 29 fakfeløg næstu tvey árini, og at um allir sáttmálar skulu endavendast, kann tað hava skaðilig árin á landsbúskapin. Tey siga, at tað kann elva til prísvøkstur, versnandi kappingarføri og neiligar avleiðingar fyri alt samfelagið, um ov høgur lønarvøkstur verður framdur.