Fokus á fátækrafelluna

Bjørt Samuelsen hugleiðir.

Kvinnudagin 8. mars eiga vit at minna okkum sjálvar á, at einki er komið av ongum.

Tó at vit liva í einum frælsum landi, so eru kvinnur kring allan heim, ið dagliga verða kúgaðar, og liva undir reglum og treytum, tær ikki sjálvar hava valt. Vit eiga at gera tað, vit eru ment, at styrkja altjóða systursolidaritetin.

Hvønn dag doyggja alt ov nógv børn av banalum sjúkum, liva í vónloysi og sleppa ikki í skúla – serliga gentur hava skerdar møguleikar. Hetta mugu vit allar og øll royna gera nakað við.

Her heima haldi eg, at vit eiga at seta fokus á, at kvinnur eru í nógv størri vanda fyri at enda í fátækrafelluni – eitt nú sum einligir forsyrgjarar ella í aldurdóminum.

Kvinnurnar forvinna í miðal framvegis munandi minni enn menn, og nógvar kvinnur hava onga ella avmarkaða pensjónsuppsparing.

Nógvar kvinnur eru leiðarar í almennum størvum, men í privatu vinnuni er tað óvanliga soltið við kvinnuligum stjórum og nevndarforkvinnum – tó at tær, sum eru, síggjast væl.

At styrkja rættin hjá pápunum til barsil og ábyrgdina annars av børnum og heimi, er eisini at styrkja møguleikan hjá kvinnum til javnsettar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum – eitt nú til góð og vællønt størv, við tryggari eftirløn.

So, enn er fitt eftir, til javnstøðubulurin er liðugt bundin.

Hóast fleiri enn 100 ár eru síðani kvinnur fingu valrætt og valbæri, so eru einans 25 kvinnu higartil beinleiðs valdar á ting! So seint sum til valið í 2004 vórðu einans 3 kvinnur valdar á ting. Eingin flokkur hevur forkvinnu.

So, hóast talið av kvinnum í kommynustýrum, borgarstjórasessum, løgtingi og landstýrið er hækkað, so eru eisini fitt á mál til javnstøðu á politiska økinum.