Fólk og ikki próvtøl!

Tora vit veruliga ikki at rista eitt sindur í okkara siðvenjur um tøl og heldur leggja størri dent á menning í breiðari týdningi? 

Kristina H. Clementsen skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna,

Og so hoyra vit tey aftur siga… “Ja, tey ungu í dag eru nakað so dovin. Tey tíma ikki eingongd at arbeiða – og at gjalda fyri nakað? Nei, tað liggur ikki í teirra hugaheimi. Nøkur forkelað grenj, sum fáa alt serverað á einum silvurfati. At stríðast, nei, tað er ein farin tíð…

Hava tit nakrantíð hoyrt líknandi útsagnir? Eg havi – og í øllum førum meir enn einaferð.

Ung, sálarheilsa og sálarsjúka. Ung, tunglyndi og stress. Hetta hevur eyðkent miðlarnar seinastu tíðina. Eitt, sum eg serliga man hava bitið merkið í, var, at talið av antidepressivum heilivági er tvífaldað seinastu árini. Tá ið eg hoyrdi hesa útsøgnina, fóru klokkurnar í høvdinum at ringja reytt. Vit hava hoyrt um hetta fyrr – upp í fleiri ferðir – og sum er, sær tað ikki út sum eitt avtakandi rák. Fleiri av tykkum halda møguliga at hetta er grenj. Vit kenna ikki til tað at veruliga stríðast. Vit eru forkelað. Dovin. Óarbeiðssom. Egosentrerað og narsissistar. Men hetta lati eg liggja eina løtu. Trupulleikarnar verða í øllum førum ikki loystir so lættliga við slíkum útsøgnum.

Vit hava túsundtals møguleikar, men harafturat leggjast eisini óendaliga nógv krøv. Vit skulu helst vera yvir miðal – nei, avrika til eitt stórt 12 tal. Í skúlanum, til arbeiðis og heima, á Facebook, Instagram og Snapchat – og eg kann remsa fleiri. Føra krøvini til avrikini ikki til eina óendaliga stresskapping millum okkum?
Í hesum sambandi má eg nevna øll próvtølini, ið verða kastað eftir okkum sum heilt ung. Vit leggja alt ov stóran dent á próvtøl heldur enn menningina hjá tí einstaka. Og eg eri veruliga farin at ivast í endamálinum av próvtalinum. Tað er tíverri alt ov ofta, at talið gerst brennidepilin – bæði hjá tí einstaka, men eisini hjá skúlanum.

Talið av antidepressivum heilivági er tvífaldað. Um vit eru ósamd um orsøkirnar til tess er í hesum sambandi líkamikið. Hækkanin má í øllum førum vera ein ábending um, at ung ikki klára ella ikki halda seg klára at liva upp til kappingina í samfelagnum. Bara tað at vera ON allatíð og allastaðni, og at tað ikki er í lagi at vera miðal í onkrum – er miðal eitt keðiligt orð?

Tora vit veruliga ikki at rista eitt sindur í okkara siðvenjur um tøl og heldur leggja størri dent á menning í breiðari týdningi? So kunnu vit taka nøkur av teimum óhugnaligu og vemmiligu kappingarrákunum burtur úr samfelagnum. Eg fái 0 burtur úr einum tali burturfrá, at tað gerst lættari hjá samfelagum, institutiónum o.ø at samanbera meg við onnur og noyða meg at kappast við tey, ið eg heldur eigi at mennast saman við.

Nei, hetta er neyvan endaliga svarið, ið fer at fáa søluna av antidepressivum heilivági at steðga. Men eg eri sannførd um, at tað er ein liður av mongum. Ein liður í at bróta okkara siðvenjur, hyggja og kjakast um trupulleikan saman – og kanska um vit vilja, fyri einaferð skyld – at loysa trupulleikan í felag heldur enn at altíð lata einstaklingin vera einsamallan um trupulleikan.