Fólkaflokkurin atkvøddi ikki fyri yvurtøku

Tá málið um yvirtøku av persóns-, húsfólka- og arvarætti var til viðgerð í morgun, atkvøddi fólkaflokkurin ikki fyri yvirtøku. Fyrstu ferð 3. viðgerð var, var fólkaflokkurin als ikki í tinginum.

“Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða,” sigur næsta grein í stevnuskrá Fólkafloksins.

Men atkvøðugreiðsla í tinginum í morgun staðfesti, at Fólkaflokkurin heldur ikki, at føroyingar skulu ráða yvir persóns-, húsfólka- og arvarætti. Fólkaflokkurin atkvøddi nevnliga ikki fyri, at løgtingið skuldi yvurtaka tað málið í morgun, tá tað var til triðju viðgerð í løgtinginum.

Uppskotið bleiv samtykt við seytjan atkvøðum og øll andstøðan atkvøddi ikki í málinum. Hvørki blankt, eiheldur reytt, men bara als ikki.

Staðfestast kann tí, at tá fólkaflokkurin tosar um at føroyingar skulu ráða í føroyum í stevnisskránni, tá er tað bara tos og skal ikki taka í álvara.

 



Related Posts