Tað er fallið nógvum limum í Fólkaflokkinum fyri brósti, at Annika Olsen hevur vígt samkynd. Fleiri limir í Fólkaflokkinum eru sera ónøgdir um, at Annika Olsen hevur vígt fyrsta samkynda parið í Føroyum. Tað veit in.fo at siga.
Sambært in.fo søgdu limir, sum høvdu tikið orðið á landsfundininum hjá Fólkaflokkinum, at fólk nú fóru at minnast Fólkaflokkin sum tann flokkin, ið fyrstur gifti samkynd.
Millum annað hevur Ingi á Smið sent floksleiðsluni bræv, har hann heitir á flokkin um at taka frástøðu frá avgerðini hjá Anniku Olsen um at víga samkynt par. Um flokkurin ikki ger tað, fer hann at umhugsa støðu sína sum limur í flokkinum.
Annika Olsen sigur sjálv, at hon harmast um, at tílikir spurningar verða viðgjørdir í almenninginum, men hon heldur ikki, at borgarstjórar skulu nokta at gifta fólk.
At Fólkaflokkurin fer í søgubøkurnar júst fyri at víga samkynd, man nú vera heldur ivasamt, tí flokkurin hevur barst sum úlvur á skóg ímóti at dagføra hjúnarbandslógina.