Árligi fólkafundur Unga Tjóðveldisins á Doktaragrund verður 29. juli klokkan sjey. Hetta er ein fólkafundur, ið Unga Tjóðveldið skipar fyri á hvørjum árið, og er hetta vorðin fastur táttur hjá fleiri føroyingum á ólavsøku.
Skrivað av Hervør Pálsdóttir,
Á hvørjum árið skipar Unga Tjóðveldið fyri eini rúgvu av tiltøkum og fundum. Ein fastur táttur er fólkafundurin á Doktaragrund ólavsøkukvøld. Her eru altíð góðar røður, tónleikur og skjaldur á skrá. Í ár verður ikki øðrvísi.
– Sum nakað heilt nýtt, so verður deyvatulkur til fólkafundin. Vit eru hørm um, at hetta ikki hevur verið gjørt áður – tí tað er ein sjálvfylgja, at øll skulu kunna fáa nakað burtur úr fundinum – men ætlanin er, at hetta skal verða gjørt frameftir sigur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum.
Skráin er góð. Brandar Heðinsson, landsnevndarlimur í Unga Tjóðveldinum og Turið Sigurðardóttir røða til fundin. Konni Kass, ið alvorliga hevur vunnið hjørtuni í føroyingum, ferat spæla nøkur løg og Carl Jóhan Jensen fer at lesa upp skjaldur.
“Fólkafundurin er ein hugnalig løta, ið savnar fólk um frælsishugsjónina. Eg vil heita á øll um at koma oman á Doktaragrund ólavsøkukvøld klokkan sjey,” leggur Elsa afturat.
Fólkafundurin á Doktaragrund verður 29. juli kl 19.