Fólkaræði er kringsett, men ikki sigrað!

Frágreiðingin Freedom in the World, sum amerikanski felagsskapurin Freedom House gevur út á hvørjum ári, sigur frá fólkaræðisligu støðuni í heimsin londum. Síðan 2006 er bert gingið tann skeiva vegin fyri fólkaræði, og hetta seinasta árið hevur skeiva gongdin bert vundið upp á seg og er vorðin enn grefligari.

Alsamt færri av heimsins tjóðum kunnu nú kalla seg fræls fólkaræði. 2021-útgávan av frágreiðingini Freedom in the World, sum byggir á tøl fyri 2020, fevnir um 195 lond og 15 økir. Í 73 londum, sum fevna um ¾ av heimsin íbúgvum, varð demokratiska frælsið skert. Afturímóti var demokratiska frælsið økt í 28 londum í 2020. Hetta er tann størsti munurin, sum nakrantíð er komin til sjóndar, síðan tann umfatandi neiliga gongdin byrjaði fyri 15 árum síðan.

Freedom of House byggir sínar kanningar á eina stigskipan sum hyggur eftir valskipan, politiskum ymisleika og luttøku, stjórnarhátti, talufrælsi, trúgv, samstarvs- og samskipanarrættindum, statsrættarligum grundreglum og einstaklingarættindum. Við at greina hesi viðurskifti í teimum ymisku londunum ber til at bólka londini í tríggjar bólkar: 1) fræls fólkaræði, 2) lutvíst fræls fólkaræði og 3) einræðislond.

Skerd rættindi
Kanningarúrslitini fyri 2020 vísa greitt, at heimurin er raktur av einari einveldisflóðaldu. Dømir um lond, ið eru vorðin minni fræls í 2020 eru Hvítarussland, Venezuela og Etiopia. Eisini Hong Kong telist millum londini við meira skerdum fólkaræði, eftir at vunnin borgararættindi eru tikin aftur, sum úrslit av harðrendu kósini hjá Kina mótvegis fólkinum í Hong Kong.

Korona
Freedom of House vísir á, at fleiri lond hava gjørt sær dælt av støðuni við korona í 2020, og á tann hátt skert frælsið og borgararættindi nógv meira enn neyðugt og ráðiligt, og at hetta hevur verið gjørt bæði í frælsum londum og einaveldum. Serliga hevur talufrælsið kent sviðan av, at lond hava lóggivið ímóti villleiðandi kunning í sambandi við korona, har veruliga endamálið hevur verið at teppa politisk andstøðufólk og atfinningarsamar røddir.

USA
Kanningin lýsir eisini støðuna hjá USA sum eitt av størstu og týdningarmestu frælsu londum í heiminum. Gongdin í USA hevur verið ræðandi síðan 2010, eina mest orsakað av politiskum mutri, vantandi gjøgnumskygni í stjórnarráðum og ivasomum tilflytarapolitikki. USA er lækkað við heili 11 stigum síðan 2010, úr 94 stigum niður í 83 stig.

Serliga var tað seinasta árið við Trump sum forseta við til at seta amerikanska fólkaræðið, alt sum tað var, í eina grundleggjandi ótrygga støðu. Frágreiðingin hjá Freedom House metir, at Trump hevur máað støðið undan evnunum hjá USA og Washington í rúma tíð at reisa seg sum fólkaræði og verji av mannarættindum á altjóða stigi.

India
Merkisvert er eisini, at India fær ikki føgur orð við á ferðini í frágreiðingini. Frá at hava verið eitt frælst fólkaræði verður India nú bólkað saman við teimum lutvíst frælsu fólkaræðunum. Hetta ger, at færri enn 20 prosent av heimsins borgarum í dag kunnu sigast at liva í einum fólkaræði, ið er tað lægsta síðan 1995. Við tí leiðandi Bharatiya Janata flokkinum er India snarað inn á einveldiskósina, við m.ø. øktum harðskapi og politiskum mismuni í stjórnarráðum, ið serliga rakar muslimsku íbúgvarnar í landinum. Samstundis verður talufrælsið skert við nýggjari lóggávu.

Altjóða leiðsla og samhaldsfesti
Tey, sum eru ímóti fólkaræði, hava í longri tíð víst á, at afturgongdin hjá fólkaræðinum kemst av vantandi evnunum hjá stjórnum ganga tørvi og ynskum frá fólkinum á møti. Í frágreiðingini hjá Freedom of House verður afturímóti víst á, at orsøkin til afturgongdina er fyrst og fremst vantandi hugurin hjá teimum stóru fólkaræðunum í heiminum at standa saman um fólkaræði og verja tað. Tað krevst altjóða leiðsla og samhaldsfesti at styrkja støðuna hjá fólkaræðinum kring heimin, verður sagt í frágreiðingini.

Stjórnir, sum skilja týdningin av fólkaræði, eisini nýggja umsitingin í Washington, hava skyldu til at savnast um at brúka fyrimunirnar við fólkaræðinum, at fara í hernað ímóti tess fíggindum og stuðla teimum, sum hvønn dag berjast fyri at fáa fólkaræði at virka, verður sagt í frágreiðingini.

Vón fyri framman
Frágreiðingin vísir at enda á, at hóast fólkaræðini eru hótt ella kringsett so eru tey ikki sigrað. Tann áhaldandi undirtøkan, sum vit síggja, í einum alsamt meira fíggindasinnaðum heimi, umframt tað seiggið, sum kortini er at hóma aftan á eitt skakandi ár, eru tekin um ein lívsmátt, ið boðar frá góðum framtíðarvónum, verður at enda sagt í frágreiðingini Freedom in the World.

Kelda

https://freedomhouse.org/report/freedom-world/2021/democracy-under-siege