Fólkatingslimir vitjaðu í Vági

Fólkatingslimir, sum í hesum døgum vitja í Føroyum, vitjaðu í gjár í Vági. 

Fólkatingslimirnir sóu framløgu um søguna hjá Suðuroynni, og á vagur.fo stendur, at framløgan ítøkiliga snúði seg um gongdina hjá Suðuroynni frá dynamo í føroyska búskapinum til útjaðara við avbjóðingum.

Fólkatingslimirnir fingu eisini framløgu um komandi verkætlanir á oynni, umframt at teir vitjaðu ítróttarháskúlan og Páls Høll.

At enda fingu fólkatingslimirnir ábit í nýggju kaffistovuni í Vági Hjá Jugga, áðrenn leiðin gekk til Tvøroyrar.