Fólkið fer til valbásarnar

Í dag verður aðalvalið í Bretlandi hildið. Tað verða allarhelst tey konservativu, ið vinna valið. Men tey konservativu hava eisini tapt valstríðið. 

Tað kom sum snarljós á alljósum degi, tá ið Theresa May hin 18. apríl brádliga skrivaði aðalval út í Bretlandi. Theresa May hevði áhaldandi sagt, at tað ikki var neyðugt við einum vali, hóast Brexit hevði verið, men at hon fór at leiða Bretland ígjøgnum Brexit.

Hóast valið bleiv skrivað út, og tey konservativu eru farin aftur í veljarakanningum, verður tað allarhelst Theresa May, ið fær kjansin at leiða Bretland ígjøgnum “hart-Brexit”. Hon stendur til at vinna valið, um vit hyggja at tí einstaka valinum. Hinvegin er hon kanska stóri taparin, um vit hyggja at, hvussu stór afturgongdin hjá flokkinum hevur verið í veljarakanningum.

Arbeiðaraflokkurin gongur fram
Tá ið valið bleiv útskrivað, sá út til, at tað fór at gerast ein knúsandi sigur til tey konservativu. Tá lá konservativi flokkurin um 43 prosent í veljarakanningum, ímeðan arbeiðaraflokkurin einans sá út til at fáa 27 prosent, sum má sigast at vera heilt lítið fyri ein flokk sum Labour.

Hóast tað enn ikki er vent heilt í holuni, so er munurin minkaður nógv. Theresa May hevur enn um 43 prosent av atkvøðunum, ímeðan arbeiðaraflokkurin fær um 37 prosent. Um úrslitið gerst, at so lítil munur verður ímillum stóru flokkarnir, vikna tey konservativu nógv i tinginum.

Tað eru helst fleiri grundir til, at munurin ímillum flokkarnir minkar. Jeremy Corbyn er ikki væl umtóktur í sínum egna flokki, men hann hevur megnað at aktivera nógv fólk uttan fyri flokkin. At Theresa May stendur fyri skotum eftir yvirgangin síðstu tíðina, tí at hon skar játtanina til løgregluna, tá ið hon var innanríkismálaráðharri, ger helst eisini sítt til, at tað gongur betur hjá arbeiðaraflokkinum, enn tað hevur.

Ein høðvusgrund er tó, at Theresa May hevur valt ikki at luttaka í sjónvarpskjakum. Hon sigur, at hon heldur vil føra valstríð ímillum fólkið. Men tað, at hon ikki luttekur, verður sæð sum, at hon ikki er klár til at verja sína politiska støðu.

Loysingin ikki nær í Skotlandi og Wales
Tað er kanska áhugavert fyri føroyingar, hvat hendir í Skotlandi og Wales, ið eru lík okkum, tá ið tað kemur til ríkisrættarligu støðuna.

Í Skotlandi hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá skotska tjóðskaparflokkinum. Gamaní er flokkurin nógv størstur í landinum, men samstundis er hann støðugt gingin aftur í mun til aðalvalið í 2015, tá ið flokkurin fekk 50 prosent av atkvøðunum í Skotlandi.

Les eisni: Skotar velja tjóðskaparflokkin 

Í Wales hevur tjóðskaparflokkurin ikki tann sama stuðulin sum í Skotlandi, men tað hevur eisini gingið striltið hjá flokkinum at fáa undirtøku. Bretsku flokkarnir hava størri undirtøku, tí at valið í síðsta enda snýr seg um, hvat slag av Brexit fólkið vil hava, og tjóðskaparflokkurin hevði ikki havt somu ávirkan á eitt møguligt Brexit, tí at Wales er so lítið í mun til restina av landinum.

Les eisini: Brexit órógvar Cymru 

Í Skotlandi er heldur ikki meiriluti fyri loysing, hóast skotar ikki valdu Brexit og roknað varð við, at júst Brexit fór at gera, at skotar vildu hava loysing. Allarhelst kann undirtøkan fyri loysing Skotlandi vaksa, um úrslitið av aðalvalinum verður harða Brexit-loysnin hjá teimum konservativu, men enn er undirtøkan ikki vaksin nakað, síðan fólkaatkvøða var um málið. Enn eru nøkur fjøruti prosent, ið taka undir við loysingini, ímeðan nøkur hálvtrýss eru ímóti.

Veljarakanningar svikið fyrr 
Hóast veljarakanningar vísa tey úrslitini, ið eru greinað omanfyri, ber ikki til spáa um endaliga úrslitið. Seinasta aðalval sá út til at gerast javnt, men úrslitið var, at tey konservativu vunnu einsamallan meiriluta. Vit mugu eisini hava í huga, at bæði Brexit og valið í USA, tá ið Trump gjørdist forseti, vóru dømir um, at veljarakanningar ikki kunnu geva nakað endaligt úrslit – tað ger veljarin í valbásinum.