Fornaldarskøltur á fólki, sum doyði í flóðaldu

Tað er sannlíkt at ein fornaldarskøldur, ið er funnin í Papua Nýguinea, var av einum persóni, sum lat lív í flóðaldu fyri umleið 6.000 árum síðani. 

Í dag skrivar BBC um ein skølt, ið varð funnin í 1929 í Nýguinea. Nú siga vísindafólk, at økið, har skølturin varð funnin, einaferð var ein strandarpollur, har flóðalda var fyri 6.000 árum síðani. Vísindafólkini halda, at skølturin er av einum fólki, ið doyði í hesi flóðalduni.

Vísindafólkini hava samanborið jarðarbotnin kring økið við mold av einum øki tætt við, har ein flóðalda var í 1998. Kanningarnar vístu, at økið har skølturin varð funnin, hevði verið rakt av flóðaldum í fleiri túsund ár.

Út frá kanningunum meta vísindafólkini, at skølturin var av einum fólki, ið lat lív í flóðaldu. Møguleiki er eisini fyri, at fólkið varð grivið í økinum stutt undan flóðaldu.

Les meira her