Føroya Skipara- og Navigatørfelag sent stuðulsskriv til katalonsku stjórnina. Tað veit in.fo at siga.
Sambært in.fo hevur Skipara- og Navigatørfelagið sent skriv til katalonska tingið og Carme Forcadell i Lluis, forseta í sambandi við at fólkaatkvøða er sett at vera um loysing í Katalonia 1. oktobur.
Spanskir myndugleikar hava noktað Katalonia rættin at halda fólkaatkvøðuna, og fleiri politikkarar, ið stuðla atkvøðuni eru handtiknir, ímeðan aðrir eru hóttir við at verða settir í geglið, um teir stuðla katalonsku ætlanunum.
Spanski forsetin hevur boðað frá, at alt verður gjørt fyri at steðga fólkaatkvøðuni.
Á in.fo sitera tey Skipara- og Navigatørfelagið fyri at siga, at:
– Felagsskapur okkara, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, vil við hesum vísa okkara fulla stuðul til fólkaræðisliga rættin hjá katalanska fólkinum at atkvøða 1. oktobur og tryggja fólkaræðisliga rættin hjá katalanska fólkinum sjálvi at avgera teirra politisku framtíð, skrivar nevndin í FSN.
Føroyskir landsmyndugleikar hava ongan stuðul víst enn, ímeðan Magni Arge og Sjúrður Skaale hava skrivað undir eina stuðulskvøðu saman við øðrum fólkatingslimum.