Føroyska BTÚ fyri hvønn íbúgva lá á 430 t. kr. í 2021, sum ger føroyingar millum ríkastu norðbúgvar – og millum ríkastu fólk í heiminum. Miðal føroyingurin er sostatt 1% ríkari enn miðal danin.
Føroyar í hopla
Búskaparráðið hevur í seinastu várfrágreiðing mett, at BTÚ í Føroyum var 22.939 mió. kr. í 2021. Hetta gevur eitt BTÚ fyri hvønn føroyska íbúgva á 430 t. kr. í 2021. Tað hevur eisini gingið strúkandi í føroyska búskapinum seinastu árini við nógvum virksemi bæði á landi og sjógvi. Búskaparráðið hevur mett vøktsturin í BTÚ í leypandi prísum at vera 8,2% í 2021, har tað er serstakliga privata nýtslan og privatu íløgurnar, ið elvdu til vøksturin.
Verður hugt eftir BTÚ fyri hvønn íbúgva í donskum krónum í Norðanlondum í 2021, so eru Føroyar millum tey ríkastu. Svøríki hevur eitt BTÚ fyri hvønn íbúgva á 385 t. kr, sambært Eurostat. Miðal føroyingurin er sostatt 12% ríkari enn miðal svenskarin. Danmark hevur eitt BTÚ fyri hvønn íbúgva á 428 t. kr, sum sigur, at miðal føroyingurin er 1% ríkari enn miðal danskarin. Miðal føroyingurin er eisini væl ríkari enn miðal finnin, meðan íslendingar liggja á sama støði sum føroyingar. Oljurisin Noreg liggur tó langt omanfyri restina av Norðanlondum við einum BTÚ fyri hvønn íbúgva á 562 t. kr.
Takast við salti
Hendan samanbering skal tó takast við fyrivarni, tá ið tað kemur til at máta um livistøðið. Tað skal nevniliga takast hædd fyri keypimegini, tá ið ein samanber BTÚ fyri hvønn íbúgva millum lond. Hvat kann ein króna keypa av vøru og tænastu í teimum ymisku londunum? Vøru- og tænastuprísirnir eru jú ymiskir, og tískil skal tað korrigerast fyri keypimegina av pengunum. Eyðsæð er til dømis, at livistøðið í Noreg ikki er so langt omanfyri restina av Norðanlondum, sum BTÚ fyri hvønn íbúgva vísir, tí prísstøðið er so høgt í Noreg. Harumframt er eisini ein trupulleiki við sveiggjandi gjaldoyrum, t.d. svenska krónan í mun til donsku krónina. Bara tí svenska krónan er fallin við 5%, so merkir tað jú ikki, at livistøðið í Svøríki er fallið við 5% í mun til tað danska.
Tað er tó eyðsæð, at føroyska livistøðið liggur millum tey ovastu í Norðanlondum.
Í mun til Danmark
Har er eingin gjaldoyratrupulleiki, tá ið ein samanber Føroyar við Danmark. Ein konkretur munur á keypimegini er ikki kendur millum londini, og tískil kann ein bara fyrihalda seg til, at BTÚ fyri hvønn íbúgva er hægri í Føroyum enn í Danmark.
Tað er tískil uppá sítt pláss, at øll politiska skipanin tekur upp til kjak, hvussu nógv blokkurin skal minka tey nærmastu árini.