Føroyar skulu rudda upp

Páll á Reynatúgvu heldur, at føroyingar burdu ruddað upp eftir sær á Føroyingarhavnini. 

Páll á Reynatúgvu hevur verið í Grønlandi í arbeiðsørindum, har hann hevur fundast við formennirnir í Altinginum í Íslandi og Landstinginum  í Grønlandi. Á túrinum var Páll á Reynatúgvu og vitjaði í Nordafar, sum ið nógv ár breyðføddu stórum parti av føroyska samfelagnum.

Nordafar ella Føroyingahavnin hevur leingi ligið stilt og lítið og onki arbeiði hevur verið har. Ognirnar eru tí falnar í órøkt, og eins og Páll á Reynatúgvu sigur á Facebook vanga sínum, so stendur lítið til at bjarga. Hann heldur, at hóast Nordafar gjørdist privat ogn, so hava føroyingar ábyrgd av at rudda havnina upp.

– Ikki sørt at kenslurnar tóku meg av fótum eina løtu, at síggja hvussu støðan er, her sum nógvir føroyingar vunnu sær livibreyðið í fýra áratíggju. Neyvan nógv (nakað) í stendur til at bjarga her, greiðir hann frá.

-Hóast Nordafar endaði sum privat ogn, so eiga vit sum samfelag okkara ábyrgd at rudda upp eftir okkum, og eg fari at gera mítt til at so verður, leggur hann afturat.