Føroyski landskassin átti sjálvur at rindað lestrarstuðul til lesandi uttanlands. Tað heldur Annita á Fríðriksmørk.
-Tað hevði kostað okkum millum 50 og 100 milliónir árliga at átikið okkum tað, sum lesandi fáa í Danmark. Ein íløga, sum vit væl hava ráð til, og hevði sømt seg eini tjóð, sum koyrir á 1.flokki í heimshøpi, og sum enntá vil klára seg sjálv, skrivar Annita á Fríðriksmørk á Facebook.
Kjak hevur verið um lestrarstuðulsuppskot hjá Danska Fólkaflokkinum á fólkatingi. Sjúrður Skaale vildi vera við, at føroyingar høvdu mist lestrarstuðulin, tí uppskotið var soleiðis orðað, at tað einans fevndi um danir. Hetta hevur fingið Annitu á Fríðriksmørk til knappaborðið. Hon heldur als ikki at føroyingar skuldu fingið danskan lestrarstuðul, men heldur goldið stuðulin sjálvir.
– Okkara búskapur er væl sterkari enn tann danski. Og tað líkist ongum, at vit finna okkum í at fáa menningarhjálp og hjálp til lesandi frá einum búskapi, sum er veikari enn okkara. pr íbúgva, sigur Annita eisini á facebookvanga sínum. Føroyar gjørdust í fjør ríkari enn Danmark í mun til íbúgvaratalið, tí búskapurin veksur skjótari í Føroyum enn í Danmark.
– At Danmark so fær tað ferfalt aftur í og við, at vit lata teimum fullveldi okkara at ráða yvir, hjálpir sjálvandi upp á samvitskuna. Men tað sigur nógv um, hvussu sambandspolitikkur ger okkum til vánalig handilsfólk, tá ið samanum kemur, endar Annita stutta skrivið á vanga sínum.