Á hvørjum ári hittast ungmannafeløgini í Norðurlondum tvørtur um partapolitisk mørk at tosa um norðurlendskan politikk í samstarvinum hjá Ungdómsins Norðurlandaráð (UNR). UNR er eitt ráð, sum virkar undir Norðurlandaráðnum, og hava stjórnarlimirnir møtirætt og talurætt til fundirnar hjá Norðurlandaráðnum, umframt nevndararbeiðið í Norðurlandaráðnum.
Norðurlandaráðið er skrúvað saman á tann hátt, at tað eru tingini í norðurlondum, sum manna teir sessir, sum londunum eru tilskilaðir. Í UNR er skipanin ein onnur, tí har eru tað teir átta tingbólkarnir, sum velja sær eitt umboð at sita í stjórnini fyri UNR.
Um vikuskiftið helt UNR árliga sessión í Helsinki, og har vóru ikki færri enn tríggir føroyingar valdir í stjórnina fyri UNR. Hesi vóru Hervør Pálsdóttir, umboðandi vinstra-grøna tingbólkin, Barbara Gaardlykke Apol, umboðandi sosialdemokratiska tingbólkin, og Bjarni Kárason Petersen, umboðandi liberala tingbólkin. Aldrin áður hava føroyingar verið so væl umboðaðir í stjórnini fyri UNR.
Bjarni stillaði upp til forsetasessin, men tað eydnaðist honum ikki at vera valdur. Valið gjørdist ógvuliga tætt, 54-51, men í síðsta enda gjørdist umboðið fyri grøna tingbólkin, Kati Systä úr Finnlandi, forseti í UNR.
Hetta merkir sostatt, at á fundunum hjá Norðurlandaráðnum komandi árið vera tað, umframt tey bæði føstu umboðini hjá Føroyum, tríggir føroyingar afturat.