Føroyingar vilja sjálvir ráða

Ein stórur meiriluti av føroyingum vil staðfesta rættin, til sjálvi at avgera føroysku støðuna í ríkisfelagsskapinum.

Veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi vísir, at føroyingar vilja hava sína egnu stjórnarskipan. 57 prosent av teimum spurdu hildu tað vera týdningarmikið, at føroyingar fingu egna stýrisskipan, ímeðan einans 25 prosent ikki hildu, at tað var týdningarmikið. 89 prosent av teimum spurdu søgdu eisini, at tey heilt víst høvdu farið á val, um fólkaatkvøða var í dag, og tað ber boð um, at føroyska fólkið hevur áhuga fyri atkvøðuni.

Tað áhugaverda við kanningini er eisini, at hon vísir at 90 prosent av teimum spurdu, hildu at tað var týdningarmikið, at føroyingar staðfesta rættin, sjálvi at avgera føroysku støðuna í ríkisfelagsskapinum.

Tað er Magni Arge, ið hevur latið kanningina gera, og hann fegnast um úrslitið.

– Kanningin staðfestir púra greitt, at spurningurin um eina føroyska stjórnarskipan hevur ómetaliga stóran áhuga millum føroyingar, og at tað er rætt at hava eina fólkaatkvøðu um málið nú. At ein stórur meiriluti tekur undir við, at vit fáa okkara egnu stjórnarskipan, og níggju av tíggju veljarum ynskja at staðfesta rættin til sjálvi at avgera framtíðarstøðu Føroya, tað kann eg sum tjóðveldisumboð bara fegnast um, sigur Magni Arge í tíðindaskrivi, sum er sent miðlinum.

 



Related Posts