Fyri kortum sendi uttanríkis- og vinnumálaráðið skriv út, har boðað var frá at ein føroyingur er skaddur í jarðskjálvta á Kos.
Í tíðindaskrivi frá uttanríkis- og vinnumálaráðnum stendur soleiðis:
“Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í morgun fingið fráboðan um, at ein 20 ára gamal føroyingur er millum tey skaddu í jarðskjálvtanum á griksku oynni Kos í nátt. Maðurin er á sjúkrahúsi, men talan er ikki um álvarsligan skaða.
Tey avvarðandi hjá manninum eru kunnað.”
Tað var jarðskjálvti á Kos í nátt, og 200 fólk havi fingið skaða, og tvey eru deyð. Jarðskjálvtin vísti 6,5 stig á Richerstiganum.
The Guardian skrivar, at skaðin av jarðskjálvtanum er minni, enn hann kundi verið ímun til styrkina á honum.