Føroysk stjórnarskipan alneyðug

Royndirnar at fáa semju um eina føroyska stjórnarskipan, ið staðfestir rætt Føroya fólks at taka avgerð í øllum málum – eisini teimum, sum vit í løtuni ikki hava nakra sum helst ávirkan á – hevur sjálvandi vigað nógv í arbeiðinum at fyrireika uppskotið til stjórnarskipan, sum løgmaður nú hevur sent út til almenna hoyring.

Uppskotið hevur verið alment til hoyringar í tvær vikur, og fyrradagin komu so tær fyrstu viðmerkingarnar frá tveimum av okkara virknastu og gløggastu advokatum.

Tað er óheppið, um eitt so týdningarmikið uppskot sum ein stjórnarskipan (t.e. grundlóg) er, fær so út av lagi vánaligt skoðsmál frá tveimum av okkara tungvektara-advokatum.

Advokatarnir vísa á nøkur týðulig brek við uppskotinum, sum kunnu gera tað ómøguligt at fáa tað samtykt í tinginum.

Í fyrsta lagi finnast teir at, at ongar viðmerkingar eru lagdar við uppskotinum. Kanska er orsøkin tann, at løgmaður við vilja bíðar eftir at fáa so nógvar og viðkomandi viðmerkingar inn, at neyðugar tillagingar og viðmerkingar verða gjørdar. Vónandi eru hesar viðmerkingar tøkar og neyðugar tillagingar gjørdar, áðrenn uppskotið verður lagt fyri tingið.

Teir heingja seg í inngangin, eitt “preambul ella eina politiska programmerklæring”, sum teir málbera seg, og sum teir halda ikki hóskar seg í einum lógarteksti. Skúlaðir í donskum rættarumhvørvi kunnu teir illa meina nakað annað.

Advokatarnir gera, sum rætt er, nógv burturúr at vísa á ósamsvar millum hetta uppskot, stýrisskipanarlógina, yvirtøkulógina og donsku grundlógina. Tó skal sigast, at teir í støðum kunnu tykjast at vera í so ágrýtnir, og nógv ivamál eru í tí, teir føra fram.

Advokatarnir vísa á, at danska grundlógin framvegis er galdandi fyri Føroyar, nær TAÐ faktuelt og løgfrøðiliga er hent, mugu teir heldur greiða frá. Men teir gloyma at siga fólki, at í henni stendur so ómetaliga nógv gott, sum als ikki er galdandi fyri føroyingar í Føroyum og Føroya land. Nógv stendur eisini í donsku grundlógini, sum føroyskir myndugleikar ikki skulu ella eiga taka sær av, slíkt, sum bert er ætlað donskum myndugleikum. Harumframt vantar nógv í donsku grundlógini, sum tekur atlit til føroysk viðurskifti.

Føroysk áhugamál úti og heima víkja alsamt meira frá donskum áhugamálum, og eru ofta als ikki sambærilig. Vit hava í dag ikki fyri neyðini at krúpa undir eina danska grundlóg fyri at tryggja okkara heimarætt í danska ríkinum. Við okkara egnu stjórnarskipan fáa vit heimarætt í okkara egna landi, tá fólkið í Føroyum ger av at taka ábyrgd av øllum málsøkjum

Advokatarnir hava onga tiltrúgv til fólkið. Tað er umráðandi í teirra verð, at vit framhaldandi leggja okkum eftir at praktisera tað umboðandi demokratiið, sum sjálvsagt hevur nógvar fyrimunir við sær, og tí fara vit sjálvsagt framhaldandi hava umboðandi demokrati.

Advokatarnir undrast tí á, at løgmaður skal finna uppá at siga slíkt sum, at í Føroyum ræður fólkið. Teir skilja ikki týdningin av at hava fólkaatkvøðu og lata fólkið tala. Sambært advokatunum báðum og galdandi donskum rættarreglum er ein fólkaatkvøða bert vegleiðandi. Fólkatingið tekur endaliga avgerð.

Kanska er umboðandi demokratiið ein høgligari máti hjá løgfrøðini at fáa skil á onkrum heldur fløktum og torskildum viðurskiftum. Kanska er tíðin komin, at fólkið í nógv størri mun kann koma til orðanna, samstundis sum tað áliggur myndugleikanum at gera hetta møguligt og á fulltryggan hátt.

Neyðugt er at fáa í lag eitt meira fjøltáttað og opið orðaskifti um eina nýggja føroyska stjórnarskipan, sum eisini megnar at taka hædd fyri verandi ríkisrættarligu støðu. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí nógv kensluborið hongur uppi í einum sovorðnum orðaskifti.

Hvat kunnu vit ósamdu partar í hesum umfari “loyva” okkum at semjast um, ið kann bera fram á leið og samstundis rudda nakrar av teimum ringastu ríkisrættarligu fløkjunum av vegnum?

John Dalsgarð