Hóast tað var líkt til, at uppskotið um føroyskan limaskap fór at falla burtur í dag, eins og formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevði mælt til, varð semingsuppskotið um at halda fram at viðgerða uppskotið samtykt.
Tá ið orðaskiftið um føroyskan limaskap var í Norðurlandaráðnum var í dag, var líkt til at uppskotið fór at falla burtur, eins og formansskapurin í ráðnum hevði mælt til. Fjúrtandi tosaði við Paula Trond Petersen, stutt áðrenn orðaskiftið byrjaði, og hann greiddi frá, at føroysku umboðini høvdu gjørt eitt semingsuppskot, har mælt var til at halda fram at viðgerða uppskotið heldur enn at lata málið falla við atkvøðugreiðslu í dag. Tað uppskotið bleiv heldur óvæntað samtykt við stórum meiriluta. 53 atkvøddu fyri, 7 ímóti og 1 blonk atkvøða var.
At byrja við vóru næstan bara føroysk umboð á talaralistanum. Føroyingarnir, ið tóku orðið, vóru Pauli Trond Petersen, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Jenis av Rana. Tvey grønlensk umboð, umboð úr Álandi og umboð úr Íslandi tóku orðið, og tey søgdu, at tey stuðlaðu føroyska semingsuppskotinum og føroyskum limaskapi sum heild. Føroysku umboðini talaðu við grundgevingunum um, at tað var lítið norðurlenskt at nokta føroyingum limaskap.
Í fyrstuni var tað bara Mikkel Dencker úr Danska Fólkaflokkinum av donsku umboðunum, ið tók orðið, og hann helt tað vera ímóti donsku grundlógini at samtykkja føroyskan limaskap.
Men umboð fyri Sosial Demokratarnar og Vinstra flokkin í Danmark mæltu brádliga til, at uppskotið var útsett til ráðið hittist næstu ferð, og at danska delegatiónin fekk høvi at umrøða uppskotið aftur. Umboð fyri Vinstra og Sosial Demokratarnar søgdu, at tey ikki kundu taka undir við uppskotinum í núverandi líki, men at tey gjarna vildu halda fram við samráðingum, fyri at kanna um okkurt kundi gerast fyri at eftirlíka føroyska ynskinum.
Rætting: Semingsuppskotið hjá føroyingum, um at viðgerða føroyskan limaskap víðari varð ikki beinleiðis samtykt, men Norðurlandaráðið samtykti at útseta málið til næsta ár. Tað er sama úrslit, sum semingsuppskotið hevði havt við sær.