Høgni Hoydal fegnast um, at Norðurlandaráðið hevur útsett málið um føroyskan limaskap eitt ár og at uppskotið ikki fall burtur. Hann sigur, at føroyskir myndugleikar als ikki eru hoyrdir í málinum.
– Tað sum er hent, er at ráðharraráðið í Norðurlandaráðnum hevur skrivað eitt notat um føroyskan limaskap, uttan at føroyskir myndugleikar nakrantíð eru hoyrdir í málinum. Vit kunnu sjálvandi als ikki góðtaka, at málið hevur fingið eina tílíka einvegis viðgerð. Nú fáa føroyskir myndugleikar høvi at vísa á, at uppskotið als ikki gongur ímóti nøkrum ríkisrættaligum reglum, sigur Høgni Hoydal, sum hevur útsett heimferð sína til Føroyar, fyri at reka fyri føroyska uppskotinum um limaskap í Norðurlandaráðnum.
Føroysku umboðini í ráðnum, sum eru Pauli Trond Petersen og Jenis av Rana, løgdu eitt semingsuppskot fram, um at uppskotið um føroyskan limaskap ikki skuldi falla burtur, sum formansskapurin í ráðnum annars mælti til. Sum skilst var tað ikki sjálvt semingsuppskotið, ið varð samtykt, men ráðið samtykti at útseta málið til næsta ár, og úrslitið er tað sama, sum semingsuppskotið hevði havt við sær.
– Tað bleiv faktiskt ein triðja loysn, har Norðurlandaráðið samtykti at útseta málið til næsta ár. Úrslitið er tað sama, sum føroysku umboðini høvdu skotið upp í semingsuppskotinum, so tað er at fegnast um, at tað varð samtykt, sigur Høgni Hoydal, ið fegnast um at føroyingar nú fáa høvi at siga sína hugsan fyri formansskapinum í ráðnum. Hann sigur, at tað, at uppskotið ikki fall burtur, var eitt úrslit av, at øll føroysku umboðini í ráðnum høvdu tosað við politikkarir úr øllum norðanlondum um uppskotið.
– Vit hava tosað við parlamentarikarar úr øllum norðanlondum, og tað sást væl í orðaskiftinum, at tað gav úrslit. Umboð fyri Ísland, Grønland og Áland stuðlaðu beinleiðis føroysku umsóknini, ímeðan tað hoyrdist lítið frá teimum, ið eru ímóti limaskapinum, sigur Høgni Hoydal at enda.
Einasta danska umboðið, ið helt røðu í fyrstuni, var Mikkel Denckel úr Danska Fólkaflokkinum, sum segði, at uppskotið gekk ímóti donsku grundlógini. Bertel Haarder úr danska Vinstraflokkinum og umboð fyri Sosial Demokratarnar søgdu seinni í viðgerðini, at tey gjarna vildu viðgera uppskotið aftur í donsku delegatiónini. Annars var lítið at hoyra frá teimum, ið vildu burturvísa málinum.