Føroyskir skúlar á útlendskum máli

Tað er ein samfelagslig skylda, at skúlar í Føroyum ganga á odda fyri at verja, menna og miðla føroyskt mál. Men næmingar ganga ikki á vísindaleið í Føroyum – teir ganga á science-leið. 

Fleiri føroyskir ungdómar hava fyri kortum fingið boð um, at tey skulu ganga á miðnámsskúla næsta ár. Onkur skal á hugbreyt, onkur á náttúrubreyt og onkur triði skal á búskaparbreyt. Men umframt at velja breytir, velja næmingar, ið fara á miðnámsskúla, eisini eina ávísa leið á síni breyt. Um tú gongur á náttúrubreyt, kanst tú velja lívfrøði- og ítróttaleið, samfelagsleið og tøknileið, men í nýggju skipanini kanst tú eisini velja science-leið. Ikki náttúruvísindi ella bara vísindi, hóast fáur man ivast í, hvat frálíku føroysku heitini merkja, men science-leið.

Tú gongur heldur ikki á science-leið á Glasi… Tú gongur á “Glasir-Tórshavn-College.” Tá ið tú gongur í miðnámsskúla í suðurøkinum í Føroyum, gongur tú nevniliga ikki á læristovni ella miðnámsskúla, men á college. Grundin til enska heitið er møguliga, at tú eisini kann lesa “akademiútbúgvingar” á “Glasir-Tórshavn College”- tað gert tú, tá ið tú lesur víðari lesnað ella á lærdum háskúla sambært Glasi.

Tá ið tú ert liðug/ur at ganga á science-leið á okkara heilt egna college, tá skalt tú á fróðskaparsetur. Hóast fróðskaparsetur er eitt føroyskt orð, so leggur tú kanska til merkis, ímeðan tú gongur á fróðskaparsetrinum, at vit mangla eitt føroyskt campus. Politikkarar, skúlastjórar og næmingar í Føroyum sakna ikki eitt lestrarumhvørvi ella eitt skúlaøki, men eitt “veruligt føroyskt campus,” sum so ofta verður sagt…

Tað er spell og uttan grund, tá ið Føroya størsti útbúgvingarstovnur eftir øllum at døma so beinleiðis roynir at avtaka frálík føroysk orð. Um so er, at Glasir skal vera ein altjóða útbúgvingarstovnur, áttu tey á Glasi kanska ístaðin fyri at brúka ensk orð á útbúgvingarøkinum, ið longu er væl ment á føroyskum, gjørt ein serskiltan enskan vanga til útlendingar. Ið hvussu so er eigur tað at vera ein skylda hjá Glasi at brúka føroyskt, og tað hevði hóskað til Føroya størsta útbúgvingarstovn at lagt seg eftir at menna nýggj føroysk orð, tá ið tey mangla… Um føroyskir útbúgvingarstovnar ikki ganga at odda, føroyskum máli at frama, tá er ilt at síggja, hvør skal.