Føroyskur limaskapur undirgrevur ríkisfelagsskapin

Í stuttari talu segði einasta danska umboðið, ið tók orðið tá ið føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum var til viðgerðar, at uppskotið brýtur grundlógina og undirgrevur ríkisfelagsskapin. 

Mikkel Dencker, fólkatingslimur fyri Danska Fólkaflokkin, einasta umboðið úr Danmark, ið tók orðið, tá ið føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum var til viðgerðar, segði at føroyskur limaskapur undirgrevur ríkisfelagsskapin og brýtur grundlógina.

– Tá ið eg tók sæti á fólkatinginum fyri nøkrum árum síðani, undirskrivaði eg, at eg fór at halda grundlógina. Um eg hevði samtykt hetta uppskotið, hevði eg brotið hana, segði Mikkel Dencker millum annað.

Les eisini: Royna at fáa føroyskan limaskap víðari viðgjørdan 

Høgni Hoydal spurdi danska umboðið, um tað ikki var at fara aftur til 1800 talið, at tá hann segði at sjálvstøðug føroysk umboðan breyt grundlógina, tí at føroyingar longu umboða seg sjálvar í fleiri altjóða felagsskapum. Mikkel Dencker svaraði aftur, at felags umboðan var tað, ið var grundarlagið undir ríkisfelagsskapinum, og at hóast føroyingar á avmarkaðum økjum kundi umboða seg sjálvar, var tað at undirgrava ríkisfelagsskapin, um føroyingar fingu egna umboðan.

Les eisini: Formansskapurin í Norðurlandaráðnum vil ikki viðgera føroyskan limaskap

Talan hjá Mikkel Dencker var eitt dømi um, at tað er danska umboðanin, sum ikki vil loyva føroyskum limaskapi, eins og grundgevingin hjá formansskapinum eisini sjálv sigur.

Til ber at fylgja orðaskiftinum beinleiðis her