Føroyum tørvar fleiri starar!

Tú høga Løgting, komið og raðfestið Fróðskaparsetrið í enn størri mun, komið og raðfestið handaligu útbúgvingarnar enn meira, og komið og raðfestið tann tankan, at ungdómurin er framtíðin. 

Hervør Pálsdóttir skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna, 

Nú er summar. Festivalar, stevnur og hugni eru í hásæti. Sólin kagar enntá fram av og á. Børn og ung hava summarfrí… og allir okkara deiligu útisetar eru komnir heim til Føroya. Onkur hevur summararbeiði, onkur er í starvsvenjing og onnur njóta summarið við familju, vinum og kenningum. Føroyska summarið er fantastiskt.

Summarið er merkt av gleði og ljósi, og tá ið summarið líður og myrkari tíðir nærkast, tá flýgur stórur partur av ungdóminum av landinum aftur. Dagarnir gerast tyngri, og færri fólk síggjast úti á gøtunum. Hvussu gott hevði tað ikki verið, um fleiri føroyskir ungdómar – sum starin –  vóru í Føroyum alt árið. Tað er kanska ikki løgið, at tjaldrið er føroyski tjóðfuglurin. Sum føroyski ungdómurin, so er tjaldrið at síggja í Føroyum alt summarið, men flýgur burt í heim um veturin.

Ungdómurin er framtíðin – hoyrist ofta. Hetta eru føgur orð, men latum okkum vísa hetta í verki. Føroyum tørvar enn fleiri ung fólk bæði at seta búgv her, men eisini at seta gongd á nýhugsan – at menna Føroyar.

Glasir er ein – øgiliga dýr – roynd at samla ung miðnámslesandi í Suðurstreymoy. Hoydalar standa í forfalli, og tað er studentaskúlanæmingum í Havn væl unt at fáa nýggjan bygning.
Men tað eru teir allar fæstu føroyingar, ið taka sína miðnámsútbúgving aðrastaðni enn í Føroyum. Sjálvsagt eru dømi, men flestu føroyingar eru í Føroyum undir miðnámslestri. Tí átti dentur heldur verið lagdur á at byggja eitt savnað Fróðskaparsetur, har dentur verður lagdur á at nøkta vantandi tørvin á hægri útbúgvingum í Føroyum. Trupulleikin í Føroyum er, at fólk fer av landinum og kemur ikki aftur – tí er tað upplagt, at alt verður gjørt, fyri at fólkið verður verandi í Føroyum sum longst.

Tað prýðir politisku karrieruna at byggja stórar, flottar glasbygningar, men hvat nyttar tað, tá ið tey, ið bygningurin er ætlaður, eru burtur, so skjótt tey hava fingið miðnámsprógvið ?

Tú høga Løgting, komið og raðfestið Fróðskaparsetrið í enn størri mun, komið og raðfestið handaligu útbúgvingarnar enn meira, og komið og raðfestið tankan um, at ungdómurin er framtíðin. Komið og gerið so, at okkara ungu kunnu velja Føroyar fram um Keypmannahavn og Aalborg, so at føroyski ungdómurin verður sum starin – heima alt árið.