Frá vindriknum urgum til Húsahaga

Fyri fullsettari Ovastovu helt Hans Georg Beyer professarafyrilestur, sum byrjaði við einum søguligum yvirliti yvir gagnnýtslu av vindi. Hann helt seg uppi á landi, so segl vórðu ikki viðgjørd.

Í staðin byrjaði hann við gomlum grikskum tekningum av vindriknum urgum, har vindmyllur fyltu urgubjølgin. Síðan varð víst á gongdina við vatnrættum og loddrættum vindmyllum, og á hvussu skift hevur verið millum vatnmyllur, sum eru munabetri, og tí hava vindmyllur ofta verið tiltaksorka. Søguliga hava eisini verið gjørd uppskot um at pumpa vatn niðan aftur í vatngoymslur.

Myndir av vindriknum urgum.

Enn verður nógv granskað í, hvussu vindorka kann gerast annað og meira enn tiltaksorka, eitt nú við at hava neyvar veðurforsøgnir, umframt at hugsa um, at bæði sniðgeving og staðseting hava týdning.

Undirvísingar- og granskingarøkið hjá Hans Georg Beyer er orkuverkfrøði.

Hans Georg Beyer helt professarafyrilestur í Ovastovu um gagnnýtslu av vindi.