Fundur millum floksskrivarar

Hetta vikuskifti hevur fundur verið millum floksskrivarar í norðurlendsku samstarvsflokkunum hjá Tjóðveldi.

Bólkurin eitur Nordic Green Left Alliance stytt NGLA.
Norðurlendsku samstarvsflokkarnir hjá Tjóðveldi eru:

Inuit Ataqatigiit (IA) úr Grønalndi
Vinstri Græn úr Íslandi
Vänsterpartiet úr Svøriki
Socialistisk Folkeparti (SF) úr Danmark
Sosialistisk Venstreparti úr Noreg
Vasemmistoliitto/Vänsterförbundet úr Finnlandi

Tað eru tveir árligir fundir í NGLA, tann fyrri har floksskrivararnir luttaka og ein fundur har floksformenn og kvinnur luttaka eisini.

Á hesum fyrra fundinum er ein partur av skránni lógarfestur; góðkenning av roknskapi, framløga av ársætlan fyri og góðkenning av hesari umframt uppskot og viðgerð av skrá fyri seinna árliga fundin.

Harumframt verða mál av felags norðlendskum áhuga viðgjørd, umboðini fyri flokkarnar kunna um politisku støðuna í egnum landi og eisini við atliti at altjóða samfelagnum.

Formansskapurin í NGLA skiftist millum flokkarnar og í ár hevur Tjóðveldi formansskapin og er samtíðis vertur fyri fundunum.

Ein partur av samstarvinum er umrøða og viðgerð av royndum frá valstríði, tankar og uppskot um floksskrivarastarvið í politiskum høpi.

Frá fundinum millum norðurlendsku floksskrivararnar í Havn um vikuskiftið.

Frá fundinum millum norðurlendsku floksskrivararnar í Havn um vikuskiftið.