Fundur um býarsavnið í kvøld

Í kvøld verður fundurin um býarsavnið í Auluni í Finsen. Høvi verður hjá borgarum at koma við íkasti til býarsavnið. 

Eins og Fjúrtandi skrivaði í síðstu viku verður fundur um býarsavnið í Auluni í Finsen í kvøld klokkan 19.00. Til fundin verður høvi at koma við hugskotum og at upplýsa um lutir, ið kundu verðið áhugaverdir fyri býarsavnið.

Les eisini: Nú verður fundur um býarsavnið 

Sum skilst verður kjakast um fleiri spurningar í kvøld. Millum annað verður kjakast, um hvørjar evnissýningar skulu verða á savninum, og hvat savnið annars skal sýna. Ímillum hugskotini hevur verið nevnt at gera sýningar um handilslívið í Havn, um havnakvinnur og sjónleikamentanina í kommununi.

Kommunan fer at yvirtaka savnið hjá Birgari Johannesen um árskiftið og miðað verður eftir, at fyrsta sýningin hjá savninum verður tíðliga í 2018. Á fundinum í kvøld verður víst á møgulig høli hjá kommuni at nýta, men ætlanin er eisini, at savnið skal kunna flyta kring býin. Ein partur av savninum skal vera pop-up savn, og tí verður býarsavnið fyrst og fremt ein savnandi eind fyri ymiskar listarligar framsýingar.

Les eisini: Býarsavn skal gerast í Havn 

Starvsfólk á mentannardeildini hava verið uttanlands og
kunnað seg um ymisk søvn í Danmark, Finnlandi, Noregi og Íslandi og fingið frágreiðingar og tilfar sum íblástur til arbeiðið, og ein starvslesandi er byrjað, sum næstu tríggjar mánaðirnar millum annað fer at arbeiða við hesum málinum um nýtt býarsavn.

Til fundin í kvøld verða fleiri ætlanir lagdar fram, men møguleiki verður eisini hjá borgarunum at gera sína hugsan galdandi. Skráin verður hendan:

Kl. 19:00: Vælkomin
– Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin

– Umboð frá mentamáladeildini greiða frá, hvussu savnið hjá Birgari Johannessen verður tikið yvir og ætlanirnar við Tórshavnar býarsavni í framtíðini

– Orðið frítt