Fundur um fiskivinnunýskipanina í kvøld

Í kvøld verður fundur um fiskivinnunýskipanina, har Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen luttaka. 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri fundi um fiskivinnunýskipanina í kvøld í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen luttaka á fundinum, har gongdin í málinum um fiskivinnunýskipan verður viðgjørd.

Emil Hermansen, formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sigur við Fjúrtanda, at endamálið við tiltakinum er at uppplýsa um fiskivinnunýskipanina og politisku støðuna.

– Politiska støðan hevur verið somikið spent seinastu tíðina, at vit hildu, at veljarin skuldi fáa møguleika at seta politikkarunum spurningar, greiðir Emil Hermansen frá. Hann sigur, at høvi eisini verður at kjakast um politisku støðuna.

Tiltakið byrjar klokkan 20, og Tjóðveldi skrivar á heimasíðu síni, at tey vóna at góð uppmøting verður til tiltakið. Emil Hermansen sigur, at ætlanin er at hava eina røð av tiltøkum næstu tíðina, og at upplýsandi fundur um pensjónsnýskipanina væntandi verður í desembur.