Fylgja ikki boðunum úr Madrid

Sanktiónirnar ímóti Katalonia frá sponsku myndugleikunum í Madrid eru ikki settar í gildi enn, men katalanskir myndugleikar hava longu boðað frá, at teir ætla ikki at fylgja boðunum. 

Hóast forsætismálaráðharrin í Spania, Manuel Rajoy hósdagin boðaði frá, at spanska stjórnin æltaði at seta §155 í sponsku grundlógini í gildi ímóti Katalonia og harvið taka katalanskar myndugleikar av ræði, er síðsti leikur í talvinum ikki fluttur enn. Hóast senatið í Spania allarhelst fer at taka undir við ætlanunum hjá forsætismálaráðharranum fríggjadagin, hava umboð fyri katalanskar myndugleikar longu boðað frá, at teir fara ikki at góðtaka ætlanirnar.

Charles Puidgemont, forsetin í Katalonia hevði freist til hósdagin at koma við einum greiðum svari um, hvørt Katalonia hevði loyst frá Spania ella ikki. Upprunaliga skuldi Puidgemont svara mánadagin í síðstu viku, men hann fekk longda freist, tá ið hann ikki hevði svarað nóg greitt mánadagin. Men svarið, sum hann kom við hósdagin var ikki serliga greitt og varð ikki góðkent av sponsku myndugleikunum. Hann heitti á sponsku myndugleikarnar at koma til samráðingarborðið, soleiðis at ein loysn kundi fáast á trupulleikunum.

Fólkaatkvøða var 1. oktobur og 42 prosent av valbærum katalanum atkvøddu á fólkaatkvøðuni. Av teimum, ið atkvøddu, vóru næstan 90 prosent fyri loysing. Men atkvøðan varð ikki góðkend av sponsku myndugleikunum, ið sendu løgreglu til Katalonia at steðga atkvøðuni. Hald varð lagt á atkvøður, fólk sluppu ikki at atkvøða, og harðskapur varð nýttur ímóti fólki, ið ætlaðu sær at atkvøða.

Ætlanin hjá sponsku stjórnini er at taka ræðið av katalanskum myndugleikum, skipa fyri nýggjum tingvalum í Katalonia og at yvirtaka løgregluvaldið í Kataloniu. BBC skrivar í dag, at ein talsmaður fyri uttanríkismál úr Katalonia hevur boðað frá, at myndugleikarnir hava ongar ætlanir um at góðtaka sponsku ætlanina. Tá ið spanska ætlanin varð kunngjørd leygardagin, mótmæltu eisini 450.000 fólk á gøtunum í Barcelona, ið er høðvusstaðurin í Katalonia. Í gjár segði Puidgemont sjálvur, at tey fóru at halda fram at berjast fyri fólkaræðisligum ætlanum.