Klokkan 19.00 í kvøld fer Ole Wich at hava fyrilestur um listina, sum hann hevur gjørt á psykiatriska deplinum. Eftir fyrilesturin verður høvi at síggja listina á deildini.
– Tað síðsta árið havi eg sum myndlistamaður arbeitt við at betra um visuella umhvørvið á teimum báðu psykiatisku deildunum á P40 á psykiatiska deplinum, sigur Ole Wich, listamaður á facebook síðuni fyri tiltakið um listina á psykiatriska deplinum, sum verður í kvøld.
Tiltakið er í samband við Altjóða Psykiatriskadegnum 2017 og ber heitið: “Ljóð, litir og bati – udbedring af det fysiske miljø på P40.”
– Eg haldi fyrilestur um arbeiðsgongdina í kvøld á P50 á Eirargarði 19. Eg fari at koma inn á teoretiska sjónarhornið viðvíkjandi visuellum sjúkrahúsumhvørvi, vísi áðrenn/aftaná myndir av batunum og fari at lýsa trupulleikarnir við eini tílíkari endurnýggjan, greiðir Ole Wich frá.
Eftir fyrilesturin verður psykiatriski depil opin fyri almenninginum og til ber at síggja listina, ið Ole Wich hevur staðið fyri.
Les meira um tiltakið her