Eyð-Britt Tjaldrastein skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna,
Í gjárkvøldið hevði eg stillað vekjarin til at ringja 6.30. Eg fyristillaði mær, at eg fór upp tá og fór at velja mær klæðini fram til dagin, ístaðin fyri at taka tey reinu klæðini, sum hingu á radiatorinum. So fyristillaði eg mær at eg fór at leggja mítt makeup og gera hárið, meðan kaffi rann niður. Busta tenn OG brúka tanntráð… og enntá kanska nakað so luksuseriøst sum at fara undir brús? So fyristillaði eg mær, at eg fór at gera matpakkar til genturnar, í ro og mag, meðan úthurðin stóð á klemm, og eg fór at hoyra fuglarnar syngja sín vakra morgunsang. Kanska fór eg enntá at taka úr uppvaskimaskinuni og taka okkurt upp til døgurða, OMG waw, ha? Alt hetta fór eg at gera áðrenn tann yngsti eingilin fór at vakna kl. 7.00.
Og nú er tað so, at vit koma vit koma til veruleikan.. Klokkan er 7.10 og eg hoyri fitta lítla eingil nr. 1 rópa: MAMMMMAAAAA.. What? NEI NEI hví eri eg ikki uppi??? eg skuldi bara líka snooza einaferð eitt pinkalítið sindur, vrææææææ…. Ná, komnar niður undir, so bleiv lítlan skift, vaskað og latin í rein og pen klæðir. Umráðandi er at gera henni havragreytin beinanvegin, soleiðis at hann kølnar eitt sindur, áðrenn vit eta (sleppa undan at hon verður ‘hangry’). Eg finni mær eina blusu á wc-gólvinum, sum ikki er soo ræðuliga skitin enn, bert 2 plettir, altso øll hini økini á blusini eru rein, tað eru bara hasir báðir plettarnir sum oyðiliggja tað eitt sindur, men tað klára vátserviettarnir, teir eru AMAZING. So finni eg einar leggings, men har er eitt hol komið á lærið, men tað klárar spritttusjin, bara lita tað lítla pettið á lærinum svart, og so TA DAA.. So far so gyyd, hugsi eg.. Diddan stóð og spruttaði í vaskinum, og tí hevði eg 2 1/2 minutt til alt hetta her, men nú hevði hon fingið karm afturfyri, so mátti líka skifta í nýggjan bodystok.. Ná, so innar í køkin at checka havragreytin, nix enn var hann ov heitur, okay men so kann eg lííka rudda upp inni á wc-inum… gangi fram við speglið, fåååk hvør f… var handan troytta buttuta ósexutta daman, sum eg sá? Hon hevði enntá svartar posar undir eygunum… GHIIIS…. Ná, eg taki vatnrondellir og eitt sindur av olju og so fer maskaran frá í gjar (og fyrradegnum) burtur, ja hatta hjálpti ein deilan deil, so smekka vit eitt sindur av conselara á tey ringastu økini, og so eitt sindur av putur, og nógv maskara, man kann aldrin fáa nokk av maskara og tað skal jú verða nokk til 2 dagar, tí eg veit ikki nær eg fái tíð til at gera meg “pena” aftur. Well, hetta er altso tann penasta versiónin av mær í løtuni, kanska eg einaferð aftur farið at vera pen og lekkur… inntil tá fari eg at vera super sjarmerandi, og soleiðis kamuflera alt annað, hehe.. Super ide
Diddan hevur fingið sín havragreyt, og er tí nógv lættari at fáast við, eg fái enntá mussar og klemmar í hópatal Ahhhh…. Helgens eg eri heppin at hava fingið tær deiligastu døturnar sum Jesuspápin átti, lucky me. Eg fari lííka inn á wc, hugsi eg, áðrenn eldra dóttirin skal vekjast, fari at slætta mær hoyggið á høvdinum, so verði eg so mega nice.. Dej di dum, tað gongur væl, og eg verði vakrari og vakrari fyri hvønn slættan lokk. Men eg haldi, at har bleiv ið so kvirt inni í køkinum, hvat man henda har? Inni í køkinum síggi eg, at lítli eingil nr. 1 er klintraður upp á borðið og er farin at grava í nýplantaða urtapottinum hjá mær.. “Nei, lat urtapottin fáa frið” sigi eg og royni at skunda mær ímóti vindeyganum. Hetta leggur lítla pettið til merkis og fer at grava skjótari og djúpari, sum um tók hon eplir upp.. Komin yvir til vindeygað, er mold sprutturin allastaðni, sjálvt í hárinum á mínum lítla “eingli”… Huff….Ja…. eg telji upp í 200, og so latið eg bara moldina liggja, kanska maðurin fer at taka tað upp… ella ikki…
Ná.. so fara vit at vekja tann “stóra eingilin”. Hesin eingilin er eitt B-menniskja av rang, og hatar alt sum hevur við morgnar at gera. Hon hatar ljósið, tá gardinurnar fara frá, hon hatar at ganga oman trappurnar um morgunin, hon hatar at lata seg í, hatar at greiðast og busta tenn, og tá hon hevur gjørt alt hetta, sum hon hatar, so situr hon og etur morgunmat við dýnuni rundan um seg, (tí tað er so frystandi bítandi kalt), og hon situr í sólbrillum (tí morgunljósið er so sterkt)…
So spola vit eitt sindur fram, fast forward, tí inntil nú havi eg bert runnið frá A til B og ‘sløkt eldar’.
Kl. er 10.15, vit sita í bilinum, allar eru ífestar trygdarbeltið og klárt er at fara avstað… Mær kemur til hugs, at eg faktiskt havi gloymt at eta morgunmat sjálv, ajæ.. eg havi drukkið 4 koppar av køldum kaffi, so tað man fara at rigga álíkavæl. Eg síggi, at postbilurin stendur niðan fyri húsini og at postdaman blívur við at hyggja niðan ímóti okkum…Undarligt, jamen hví…. uhhh noy bara eg ikki… aftur nú havi gjørt tað!! Lat meg líka fara at checka, eg loysi meg úr trygdarseðlanum og latið hurðina spakuliga upp og føli upp á takið, hehe…. Ehm….
Eg rópi oman til postkonuna, “JA, NÚ MUNDI EG GJØRT EIN MR. BEAN”