Fyrsta samkynda parið í Føroyum varð gift í dag. Talan er um bretskar menn, ið Anniku Olsen vígdi í dag.
Ein av størstu gerðunum, ið fólk fara at minnast núverandi samgongu fyri, er óivað, at hjúnarbandslógin varð broytt, soleiðis at samkynd pør eisini kunnu giftast. Spenningur hevur verið ímillum fólk, nær fyrsta vígslan av samkyntum parið fór at vera.
Fyrr í dag vígdi Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eitt par úr Bretlandi, og tað gjørdust sostatt tveir menn úr Bretlandi, ið vórðu fyrsta samkynda parið, sum varð vígt í Føroyum. Mennirnir, ið talan er um, eru Richard John McBride úr Londonderry í Norðurírlandi, og Leslie James Travers úr Hartlepool í Onglandi.
Gunvør Balle skrivar á Facebook vanga sínum, at nýgifta parið hevur hildið saman í sekstan ár og hevur leitað eftir rætta staðnum at giftast. Teir eru fegnir um, at teir hava valt Føroyar, og teir ætla, sambært Gunvør Balle, heilt víst at vitja Føroyar aftur.