G-festivalurin er sambært The Times ímillum fimm teir bestu festivalarnar í Evropa.
Fyrr í ár valdi CNN G-festivalin at vera ímillum sekstan teir bestu festivalarnar í heiminum. Nú hevur The Times valt festivalin at vera ímillum fimm teir bestu í Evropa.
Í greinini, sum G-festivalurin hevur kunngjørt á síni facebook síðu stendur, at festivalurin verður hildin í dramatiskum umstøðum umgyrdur av fjøllum. Upplýsingar verða eisini givnar um, hvussu best er at ferðast til festivalin.
Til ber at lesa greinina her, men tað krevst, at tú gert tær brúkara til heimasíðuna, áðrenn øll greinin kann lesast.