Gjógv til heiðurs 

Røða hjá Sigurði Joensen á fólkafundi við Gjógv í 1987. Turið Sigurðardóttir sendi okkum røðuna, sum varpar ljós á eldri og nýggjari  hendingar úr sjónarhorninum hjá tí burturflutta gjáarmanninum. 

“Tá ið eg fór upp á ovasta loft eftir jólaperunum, datt eg fram á hesa áhugaverdu 30 ára gomlu røðuna hjá Sigurði Joensen á fólkafundi við Gjógv sunnudagin 6. september 1987 (Pr. í 14 September 19.09.1987). Røðan er eitt kensluborið hugarensl, samstundis sum hon varpar ljós á eldri og nýggjari  hendingar úr sjónarhorninum hjá tí burturflutta gjáarmanninum.”          Turið Sigurðardóttir

Gott fundarfólk! Bæði tit, sum her búgva og eru gingin niðan á Gjógv hesa góðveðursløtu, og tit, sum í stórum tali eru komin norður higar til fundar.

Tað er ikki fyrstu ferð, at fólkafundur er her uppi á Gjógv. Eg minnist ein frá smádreingi 1920. Eftir røttum átti tann fólkafundurin at vera hildin heilt uppi á Barmi (tá á døgum var fólkið vant við gongd). Men tá ið tey fyrstu av fundarfólkinum vóru komin niðan at Hurð, vit kallaðu, tá stoytti eitt so herviligt æl, at tey kúvendu omanaftur. Fundurin varð so hildin her uppi á Gjógv. Eg var 9 ára gamal og minnist hann væl. Hann var fjølmentur.

Barndómsins bygd – nú ferðafólkaland 
Tá ið eg nú standi her og skal halda talu – tá ið tú stendur aftur í føðibygd tíni, har sum tú ert uppvaksin – ja, tá kemur so mangt fram fyri teg, rørist so mangt í tær, at tú veitst ikki, hvar tú skalt byrja, og hvar tú skalt enda. Hvat skal eg røða um?

Um bygdina sum hon var í mínum uppvøkstri? Um Gjáar náttúru, sum flestøll halda vera so stórbæra, ikki minst ferðamannafjøldin á sumri? Vit síggja hiðani, vit standa, slóðina eftir teir har úti á Ovara Nasa. Har varð svarðloysi niðan við bakkanum upp brattan, niðan á Egg. Tað vóru “turistarnir”, sum har høvdu traðkað. Nú, síggi eg, svarðar aftur, nú ið ferðamannastreymurin linkar, sum út líður. Eingin fer at illkennast inn á ferðamanninar, tí teir leita sær niðan á Egg. Har liggur havið opið fyri tær heilt til Íslands. Har hongur havhesturin í upsini, og tú sært lunda í lundatíðini. Ikki at gloyma, tú sært yvir á ta føroysku mannabygdina Gjógv, so tøtt, so tøtt og fjálg.

Tað hevur altíð verið gingið út á Ovara Nasa og niðan á Egg, eitt nú í hoygging, tá ið hann stóð til at koma høgt og kanska setti drangar í havið.

Har hugdu tey eftir sjórænaraskipum í gomlum døgum, sigst, og Kráarrók, sum gongur inn í bergið, skal hava navn av, at har krógvaði bygdarfólkið seg undan sjórænarunum.

Børn gingu niðan á Egg at hyggja eftir bátunum, tá ið teir komu siglandi uttan av havi. Teir gomlu við, tá ið ampi var á teimum, tí høgættin var komin so knappliga og setti mjørkan inn á fjallið.

Hjá okkum børnunum var tað tó oftast meira til gamans enn álvara, at vit streymaðu niðan á Egg. Tað var einki so stuttligt sum at brenna deyðagras. Tað var so nógv deyðagras uppi í Byrgi og skróvturt í várskerpinginum. Hví var tað so stuttligt? Helst tí tað var bannað. Eftir látur kemur grátur. Tað gav at bíta ta einu ferðina, tá ið dreingirnir høvdu fingið eitt bryggjubál at brenna uppi á Egg, so at tað sást heilt út á hav, har allir gjáarbátar vóru útkomnir til at seta línu. Teir ivaðust ikki í, at nú var grind í Funningsfirði og skrubbaðu til lands. Tað var ikki stuttligt at vera stórur smádrongur tann seinnapartin við Gjógv.

Ella skuldi eg talað um gjónna við Gjógv? Hesa ta bestu lágættarhavn frá náttúrunnar hond, sum tit síggja beint niðri undir tykkum? Um tað yðjandi lív, sum har rørdist?

Nei, tit gjáarfólk kenna alt hetta. Og avstaðsfólkið, ja, postkortini tróta ikki og teir smáu bóklingarnir á ymiskum málum um alt, sum ferðafólk eiga at síggja. Tað ber eisini til at ganga inn á kunningarstovuna.

Eg meini tað. Vit hava ikki bygdina fyri okkum sjálv longur, tað ger landsvegurin, hóast einki berghol er komið enn, so løgið tað ljóðar.

Annað er eisini uppi í hesum døgum enn fagnarorð um Gjógv og hennara náttúru, tey fimm hábærsligu fjøllini vit síggja standa rundan um okkum í hálvringi, so mikið burturfrá kortini, at tey eru ikki til bága: Tyril, Middagsfjall, Gráfelli, Nøvin og Fjallið.

Bingo er í aðruhvørjari bygd, gott bingo, skuldi eg sagt. Ongantíð hoyri eg teir lýsa við toluligum ella hálvvánaligum bingo. Tey munnu øll vera góð. Okkurt at fáa. Tað fatar fólk.

Fólkatingsval og forsetavitjan 1987
Fólkatingsval, gott, skuldi eg sagt, tí hetta er bønin hjá øllum meira enn sjeyti høvuðsleikarunum hvørt kvøld í útvarpinum. Gott fólkatingsval, enda teir røðu sína við, sum tá tey bóðu kvøldbøn fyrr á døgum. Har man okkurt vera at fáa, tí gott aðramáta mátti eitt danskt fólkatingsval við føroyskari luttøku ikki fingið verið. Freistandi at siga jú verri, tess betur.

Fari eg, meðni, at tosa um tað danska (summi siga føroyska) fólkatingsvalið? Onei, tað hevði verið politikkur, og hann er bannaður á fólkafundi, siga tey. Ikki tí, slíkt bann er veruliga óneyðugt, tí tað forbýður seg sjálvt at tala um politikk her á landi. Vit hava tað jú frá sjálvum Aristotelesi gamla, at politikkur er læran um statin, og púra greitt, at har, sum eingin statur er ella er ætlaður at vera, har er eingin politikkur heldur, men bert sjónleikur, sorgar- ella skemtileikur, sama ger.

Vit hava ikki fleiri heimsmet enn so, men heimsmet í sjónleiki, tað munnu vit hava, tá ið leikpallur er allar tær bygdu oyggjarnar og hvør einasti oddafiskur í teimum er á pallinum. Í Sjónvarpi Føroya eru bæði muppur og Dollars heilt avtrokað.

Bingospæl, fólkatingsspæl og sum tað triðja, alt í senn, íslendsk forsetavitjan. Haldið mær til góðar at eg eisini nevni hetta, tað kennist nærum blasfemiskt, tí bæriligari ríkisleiðara enn Vígdis Finnbogadóttur hevur eingin hoyrt ella sæð, ella mætari barnavin. Og barnið dugir hvørki at lúgva ella loyna. Sum Vígdis dugir væl. Slíkt er mentan.

Tá ið løgmaður slapp at bjóða útlendskum ríkisleiðara á vitjan, so mundi tað vera lagt við, at tað ikki máttu vera Føroyar sum slíkar, ið vitjaðar vórðu, men ein útjaðari av EF-landinum Danmørk og teir innføddu har. Har skuldi einki vera at ivast í, og tí máttu bæði tann danski ambassadørurin í Íslandi og tann íslendski í Danmørk vera tætt hjá. Tað er ikki sørt, tá ið tú hugsar um tað, at henda frændavitjan, sum gleðir okkum so nógv, tó vit eiga hana ikki uppiborna, minnir um vitjan Honnekers í Vesturtýsklandi í hesum somu døgum, har tað heldur ikki fall fyri at syngja tjóðsangirnar við móttøkuna, sum annars er siður, tá ið soleiðis ber til.

Fólkatingsvalið í Skálafirði 1906 
Nú er nóg mikið sagt um, hvat eg ikki fari at tala um, og nú veit eg. Fólkatingsval verður tað, men ikki hetta, sum tey stríddust um í sjónvarpinum í gjárkvøldið og øll vildu hava okkum á í ovurmorgin. Onei, tað verður eitt fólkatingsval, sum var fyri okkara tíð. Tað stóð í 1906, sjálvt syndafalsárið, sum teir gomlu sjálvstýrismenninir kallaðu hetta árstal. Tað valið var søguligt. Ikki vænti eg, at tað, sum nú stendur fyri durum, verður søguligt. Tað valið fyri meira enn áttati árum setti eisini marknaskjal her í bygdini. Tað vil eg tala um. Og ikki fara tit, góðu, áhoyrarar, at taka mær tað illa upp, at orð míni fara at bera á brá at vera “in praise of” Gjógv. Eg haldi meg síggja, at meginparturin av fundarfólkinum, sum her er samankomið úr øllum ættum norðan fyri Skopunarfjørð, hevur sína rót ella, í hvussu er, eina tægr her í bygdini.

Tað vildi so til, at beint áðrenn eg fór úr Havn, varð mær hyggjandi í tað seinasta nummarið av Dagblaðnum. Har síggi eg ein væl yrktan tátt. Hann er í 22 ørindum og yrktur í romum kvæðastíli. Eftir innihaldinum at døma er hann yrktur í 1911. Heiti táttarins er “Gulldreymur sveik” við undirtitli: “Dana ást.” Yrkjarin er tíverri ókendur. Tátturin er um fólkatingsvalið 1906, syndafalsárið, sum eg nevndi tað. Lat meg lesa upp trý ørindi úr hesum tátti:

Leiðin hon er eyðfunnin,
tað skal Oliver gera.
Gullstreymurin renna skal,
vilja vit danskir vera.

Væl eydnaðist Dimmu,
tað eydnaðist alt í senn.
Skapt fekk hon í einum degi
tólv hundrað danskar menn.

Teir vóru ei tær kempurnar,
Oliver og Fríðrikur báðir,
sum mín dreymur spáddi mær,
teir royndust meir enn smáir.

(Tá ið so langt var komið í røðuni, kom lítil steðgur í, tí ein av fundarfólkinum, væl við aldur, fór yvir til røðarans. Tað var Pól í Kvenngarðinum, frv. løgtingsmaður í Funningi, sum skrivaðist Petersen og er hálvur gjáarmaður. Áðrenn røðarin tók aftur um endan á røðu síni, gjørdi hann nú kunnugt fyri øllum fundarfólkinum, at yrkjarin var ikki longur ókendur, men funnin, og bað rópa hurrá fyri Póli. So varð gjørt.) 

Nú hugsi eg, tað man vera neyðugt at greiða nakað gjøllari frá tí, sum fram fór á tí søguliga fólkatingsvalinum fyri áttati árum, og sum fekk navnið syndafallið ella syndflóðin. Hvat Eysturoynni viðvíkur, fellur hetta væl fyri, tí í hesari bygdini, Gjógv, hevur tað ongantíð verið niðurlagt, men havt á munni, tá ið bygdin so heilt og aldeilis skildi seg burtur úr teimum 30 bygdunum í hesi vøkru vágskornu oyggj.

Framman undan syndafallinum hevði einki flokkaskifti verið í oyggjunum.
Í síðsetrinum hetta tíðarskeiðið, sum vit á hátíðarligari máli høvdu kallað tað prediluvianska, hevði Jóannes bóndi Patursson sitið á danska fólkatinginum. Hann var nú komin av flatlondum við einum sonevndum “tilboði”, sum minnir ikki sørt um ta “blokkstuðulsskipan”, sum okkara núverandi politikarar nú spæla sær við at vera fyri ella ímóti, sum tað gjørdi nakran ójavna í sjálvum sær, eitt lið í decentraliseringini í “det egentlige kongerige” á sama hátt sum tann sonevnda heimastýrislógin fyri góðum 40 árum.

Sambandsmenn, ið tá sum nú, bert høvdu eitt at liva av, óttan og dirvisloysið hjá teimum innføddu, teir vóru uppi sum boðar.

Tá ið eg nú kallaði mótstøðu bóndans sambandið, so er tað skeivt í so máta, at sum heimadanskur politiskur flokkur var sambandið ikki til fyrr enn tá, men beint í tann máta, at tað var tá, at ólukkan rámaði Føroyar sum slíkar, tí Sambandsflokkurin varð stovnaður til at basa tilboðnum.

Nú, mínir góðu áhoyrarar, er tíðin komin, at vit fara út í Skálafjørð. Tí har, á tí vallaða partinum á Skálafjarðaroyrini var tað, at brávallarorrustan um ta føroysku fólkasálina stóð, tá ið sjálvstýrisfylkingin og sambandsfylkingin fyrstu ferð brustu saman.

Allir eysturoyingar vita, hvussu vítt tað er um á Skálafjarðaroyrini og vakurt í góðum veðri.

Veðrið var gott henda valdagin í 1906. Sólin skein.

Lat meg síðan siga frá tilgongdini í greiðum orðum, so at eingin skal ivast í, hvat ið er hárbein og eftirfarandi valfrásøgn og hvat mínar fátæku viðmerkingar.

Valt varð inn um stovugluggan á einum lágum sethúsum, sum stóðu á oyrini. Hetta var, áðrenn tann skrivligi og loyniligi valhátturin var lógfestur. Tað var eisini langt, áðrenn konufólkið fekk valrætt nakrar staðir, og eiga Føroya kvinnur tí onga søk av, at valið gjørdist syndafall, tað skal ikki vera sum hjá neyðars Evu í teirri eysturlendsku mythologiini.

Har komu veljarar úr øllum eysturoyarbygdum, mest úr bygdunum við Skálafjørðin. Har komu kongsmenn og prestmenn damlandi inn eftir Skálafirði, ómakaleyst. Teir norðaru eysturoyingarnir máttu til gongu, einar 8-10 fjórðingar upp um fjøll.

Frá Gjógv komu tríggir: Jógvan í Sámalsstovu, Jógvan í Jákupsstovu og Lítli Djóni, allir í bestu árum.

Og nú situr og stendur veljaraskarin á oyrini í Skálafirði. Teir bíða. Hvørjum bíða teir eftir? Teir bíða eftir kalsmanni Eysturoyar sýslumans, tí hann skal standa fyri valinum.

Nú kom hann, men fór ikki beina leið inn í valhølið, har sum hann átti at sita innan fyri stovugluggan og skriva upp so hvørt hvønn, sum valdi.

Tað er at siga, at í Eysturoynni stóð valið um bóndan fyri Sjálvstýrisflokkin og próstin fyri Sambandsflokkin.

Øll vita, hvør bóndin, kirkjubøbóndin, var. Hann doyði sum loysingarmaður og mettur av døgum 2. august, 43 dagar undan fólkaatkvøðuni 14. september 1946, tá ið tjóð okkara valdi frælsið, sum er sama orðið sum tað, ið oftari verður rópt frelsa, og bjargaði sær sostatt úr tí syndafalli, sum her er til umrøðu, men ikki beinanvegin, tí har kom svíkur í. Harrans kvørn melur spakuliga, siga tey, men hon melur.

Men hvør var próstin? Jú, í táttinum, eg las burturúr, eru nevndir Oliver og Fríðrikur. Yrkjarin kallar teir kempur upp á spott og sigur, at teir “royndust meir enn smáir”. Sagt er um teir báðar, at teir “vildu danskir vera.”

Hvørjir vóru teir so, Oliver og Fríðrikur? Tað hjálpir, um eg sigi Effersøe, Oliver Effersøe, hann sum komin á danating hevði fyri at “forsikre”, at allir føroyingar “føle sig fuldstændig som danske.” Tað stendur í Fólkatingstíðindum og hevur, sum kunnugt, verið trúarjáttan Sambandsfloksins bæði, meðan Oliver Effersøe var formaður og síðan.

Og Fríðrikur er, sum vera man, Fríðrikur próstur Petersen, sum so syrgiliga sveik ungdóms síns hugsjón, at hann gjørdist handgingin maður Rytters amtmans, sum hevur verið glúpskasti varðhundur danaveldis í Føroyum síðan Gabel var á døgum. Í Eysturoynni var tað hesin, sum var mótstøðumaður bóndans.

Jógvan kalsmaður, sum gjáarmenn kallaðu Jógvan uttan úr Bug, fór sum sagt ikki beina leið í valstovuna. Hann gekk fyrst til hvønn einstakan á oyrini og hevði alstóran sigarkassan í hondini. Hann kom hagar, ið teir tríggir gjáarmenninir stóðu. Lítli Djóni tók av og festi sær í. Men Jógvan og Jógvan løgdu ikki í at roykja. Teir skuldu onga próstsigar hava.

Valið er byrjað. Sunnanmenninir ganga guvandi í svínafylking fram við stovuglugganum og rópa innum, tað ljóðaði sum í kór: Próstin, próstin, próstin.

So sluppu teir tríggir gjáarmenninir framat. Jógvan í Sámalsstovu fyrstur. Honum á baki Jógvan í Jákupsstovu. Bóndan, róptu teir báðir hvør undan øðrum. Men eftir var Lítli Djóni. Menn hvukku ikki minni enn einki, tá tær tvær bóndans atkvøður komu hvør undan aðrari. Tað varð tøgn á valstaðnum. Tess betur hoyrdist Lítli Djóni, tá hann valdi soleiðis inn gjøgnum stovugluggan: “Eg havi fingið sigar, men eg velji bóndan alíkavæl.”

Sostatt fekk Sjálvstýrisflokkurin 100% av atkvøðunum frá Gjógv.

Hvat tá, fer helst onkur at siga, gjáarmenn vóru jú allar dagar Bóndans menn.. Gaman í, sigi eg. Á valfundum við Gjógv var Jóannes bóndi altíð vanur at byrja valrøðu sína við orðunum “gott er um heilan fingur at bind.” Men rættiliga so einfalt er hetta ikki. Ikki hugsi eg, at gjáarmenn í grundini valdu millum próstsins og bóndans, heldur valdu teir sjálvstýrisleiðina, tó at tað var stórbóndi, ið stóð fyri henni. Gjógv var óðalsbygd. Tann hálvmørkin (meir var tað ikki), sum bygdin einaferð í tíðini hevði mist undir danskan kong, hon varð afturvunnin, tá ið teir av sínum eintingum saman við Funningi skiftu út jørðina longu í 1807 og tá annekteraðu hálvmørkina og býttu hana ímillum sín. Tað var Johannes tann vísi í Lon við Gjógv, sum annars er kendur sum ein av teimum, ið sigldu við Nólsoyarpóli, sum stóð fyri hesum.

Men rætt man tað vera, at valúrslitið í Skálafirði 1906 var eingin tilvild. Framburðs- og frælsishugur lá í har norðuri.

Fyrsta tingsetan í endurreista løgtinginum: skúlin avtikin
Til at lýsa hetta fái eg hug at enda røðu mína við einum søguligum tilburði, sum gjørdist hálva øld framman undan skálafjarðarorrustuni, sum eg tosaði so nógv um. Eg hugsi um ta fyrstu tingsetuna eftir, at Føroya løgting varð endurreist (í illum líki við lóg frá 1852).

Sigurð Joensen og konan Sigrið av Skarði í ungu árunum. Sigrið av Skarði var sjálv kend tjóðskaparkvinna.

Gjógv átti tingmann í teirri setuni, Petur Hans á Fløtti við Gjógv. Hann var nú eingin heimføðingur, hesin Petur Hans. Hevði verið skipari úti í londum. Var giftur í Liverpool, men var í Føroyum um hetta mundið. Helst hevur tað verið tá, at hann førdi “Eiðisjáttina”. Vit vita, at við henni kom hann við einum ullarfarmi úr Íslandi til tøtingar, og varð hesin farmurin goymdur á kirkjuloftinum úti á Nesi. Ikki vóru goymsluvánirnar betri tá á døgum.

Henda fyrsta seta tingsins hevur ikki verið gitin fyri tað góða, tí tað fyrsta tingið gjørdi, var at samtykkja, at tann barnaskúli, sum í 1845 var komin í Føroyum, hann skuldi verða avtikin.

Harrin skal vita, at tann skúlin, sum var komin við “provisorisk reglement” frá 1845, var bæði danskur og ússaligur, men tað syndarliga var, at hetta var ikki grundin til avtøkuna, heldur hitt, at tingmenn hildu tað vera óneyðugt, at børnini gingu í skúla, burturspilt tíð og pengar.

Hetta varð samtykt í fyrstu tingsetu, eftir at vit skuldu eitast at hava fingið løgtingið aftur. Einmælt? Ikki heilt. Gjáarmaðurin var einsamallur ímóti. Hann man hava hildið, at betri er ill hurð fyri gáttina enn eingin, og at tingið átti at bøtt um skúlaskipanina heldur enn at taka hana av. Tað mundi eisini vera meiningin, tá ið reglugerðin kallaði seg provisoriska.

Norðuraftur komin av tingi greiddi Petur Hans frá tí dapra tingúrsliti, sum hann ikki hevði fingið stýrt av. Og hann segði meira, sum varðveitt er: Hann læt bygdarmenninar hoyra røðu sína, sum hann hevði hildið í tinginum.

Og nú noyðist eg aftur at koma við einum innskoti. Tinghúsið var í 1854 sum eini tátíðar føroysk hús, tvíbýtt á tvøran við roykstovu í tí størra partinum, opin upp í tróðrið. Hetta var tingsalurin. Hin parturin í húsunum hevði loft, og leysur stigi var úr tingsalinum upp á loftið.

Tingrøðan hjá Peturi Hansi var tann, at hann bað hinar tingmenninar hyggja at stiganum, sum stóð upp á loftið. “Skúlin,” segði Petur Hans, “sum tit vilja leggja niður, er hasin stigin. Uppi á loftinum er alt tað góða til krops og sálar, sum tað uppvaksandi ættarliðið skal njóta. Tit eru ikki so óðir í høvdinum, at tit taka stigan burtur.”

Ikki batti. Úr ymsum bygdum vóru komnar “adressur”, sum onkur hevði fingið fólk at skriva undir, mangur og hvør “med påholden pen”. “Vox populi, vox dei,” skal ein fornur gudfrøðingur hava sagt (fólksins rødd, guds rødd – franski heimspekingurin Voltaire rættaði tó tað seinasta orðið til diaboli). Hent orðatak, kortini, hjá tingmonnum, sum hugsa um eitt, tingsess sín.

Gjáarrøddin var tann hjá Peturi Hans.

Jú, eg haldi, at hesir gjáarmenninir, sum eg havi nevnt, eiga at vera til fyrimyndar: Jóhannes tann Vísi, komin úr Funningi, sum bjargaði kongshálvmørkini í 1807, Petur Hans á løgtingi 1854 og teir tríggir úti í Skálafirði 1906, ikki minst Lítli Djóni, sum talaði “Roma mitt imot”, tó at hann hevði fingið sigar.

Og nú er tíð at gevast, men hvussu skal eg enda? Fjøllini, “som dem jeg i min ungdom så,” standa enn vakt um gjáarbygd. Sama er Gjógvin, tó at lendingin er løgd í betong og uppgongdin. Ynski mítt skal vera, at bygdin fer at menna seg aftur eftir ov mikla burturflyting og serliga, at bygdarandin verður livandi, frælsishugsjónin, sjálvræðisviljin.