Gjógvin millum fiskimenn og fiskifrøðina skal burtur

Í gjár var fundur í Gøtu arbeiðarafelag um fiskivinnuna. Høgni Hoydal, Hjalmar Hansen og Eilif Gaard høvdu framløgu. 

Elsa Berg greiðir frá fundinum, 

Fitt av fólki var møtt á fundi um fiskivinnuna, sum Unga Tjóðveldið hevði skipað fyri. Heitið á fundinum var: “Fiskimenn ella fiskifrøði?” Heitið sipar til gjónna, ið hevur verið ímillum fiskimenn og fiskifrøðina, tá ið tað snýr seg um at kanna lívfrøðiligu støðuna hjá fiskastovnunum.

Semja var ímillum øll trý umboðini um, at samstarv millum fiskimenn og fiskifrøði er av stórum týdningi, og tann gjógv, sum er grivin millum partarnar, skal burtur. Høgni Hoydal helt, at tað er serliga politiska skipanin, ið hevur grivið gjónna, og vónar eitt betri samstarv, tá ið tað verður landsstýrið heldur enn løgtingið, ið ger av, hvussu nógv skal fiskast. Í nýskipanini er lagt upp til, at meginparturin av heimaflotinum skal stýrast við kvotum ístaðin fyri fiskidagar. Í eitt nú Íslandi verður alt stýrt við kvotum, og tá er tað landsstýrismaðurin og ikki tingið, ið ásetir kvoturnar fyri hvørt ár.

Hjalmar Hansen, formaður í fiskidaganevndini, vísti á týdningin við spurnarkanningini á hvørjum ári, sum fiskidaganevndin stendur fyri. Næstan øll vinnan, 60% ella upp til 80% er umboðað, og spurnarkanningin er tí eitt gott amboð at nýta til at vísa á gongdirnar í vinnuni og er stórt sæð grundarlagið undir tilmælinum. Spurningar verða millum annað settir um, hvussu einstøku botnfiskastovnarnir eru fyri og um vøkstur av æti í sjónum er. Í fiskidaganevndini eru tey sum heild samd um, at broytingar í náttúruviðurskiftum hava størri týdning fyri stovnar enn veiðitrýst. Eilif Gaard, stjóri á havransóknarstovuni, helt eisini, at spurnarkanningarnar vóru góðar at hava, og vónaði at hesar fóru at verða gjørdar frameftir, hóast fiskidaganevndin møguliga verður niðurløgd.

Eilif Gaard vísti á stóra týdningin í at fáa eina umsitingarætlan í lag sum skjótast. Veiðitrýstið skal ikki variera ov nógv millum ár, og tað er umráðandi at áseta eina langtíðarveiðu. Umsitingarætlanin skal eisini vísa á, hvussu vit skulu og mugu bera okkum at, tá ið fiskastovnarnir fara undir eitt minstamark.
Fiskidagatal og kvotuásetingar eru tveir hættir, sum kunnu stýra veiðitrýstinum. Báðar skipanir kunnu virka væl í Føroyum, tó vísti hann á, at við verandi fiskidagaskipan, og hvussu hendan skipan verður stýrd, er veiðitrýstið lítið ella einki minkað á stovnarnar, sum eru søguliga illa fyri. Tí kundi hetta verið ein orsøk til at fara til kvotaskipan.