Seinnapartin leygardagin skipaði Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um Fiskvinnunýskipanina, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevði framløgu, greiddi frá uppskotinum og svaraði spurningum.
Dennis Holm, formaður í Suðuroyar Tjóðveldisfelag, bjóðaði vælkomin áðrenn Høgni Hoydal fekk orðið og gjøgnumgekk uppskoti um Fiskivinnunýskipanina.
Fundarfólki var á einum máli um, at talan var um ein góðan upplýsandi fund, har nógv viðurskifti vórðu gjølliga lýst og viðgjørd.
Millum áhoyrararnar vóru sum verða man bæði viðmerkingar og spurningar – og hóast semja ikki var um, um júst hesin leisturin er tann besti leisturin, so kann sigast, at semja var um, at neyðugt er við broytingum av verandi skipan.
Eini 35 fólk vóru á fundinum, sum eisini var stroymaður á Suðuroyarportalinum, har eini 50 fólk fylgdu stroymingini.