Elsa Berg greiðir frá túrinum niðan á Eiðiskoll í gjár. Hóast mjørka og vind var túrurin góður.
Elsa Berg greiðir frá,
Klokkan var farin nakað av 18:00, tá vit fóru við bussinum niðan á Gjáarskarð. Vánirnar fyri góðum veðri vóru ikki góðar, men vit gjørdu hóast alt eina roynd og vitaðu, hvussu skilið var á hægsta fjalli í landinum. Tað var enn sera tjúkt í mjørka, og vit valdu tí heldur at fara niðan á Eiðiskoll. Hetta vísti seg at vera ein góð loysn.
Inni í Mainifløtu á Eiði fóru vit so til gongu. Vit vóru 21 í tali. Onkur var komin av Eiði og onnur úr Klaksvík, Íslandi, Havn og Danmark. Við okkum vóru eisini tvey filmsfólk, sum eru í holt við ein dokumentar um Storymusic hjá Teiti Lassen, og hvussu hendan fløgan bleiv gjørd.
Komin nøkulunda niðan á kollin funnu vit okkum lívd. Hetta var í eini grund, sum er leivdin av einum av teimum trimum húsunum, sum blivu bygd undir krígnum til radarstøð á Eiðiskolli.
Her sungu vit felagssangir við Rana Ravnsfjall á gittara, ímeðan fólk sløktu tostan og fingu sær okkurt smágvegis ábit. Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum, bar fram røðu, og vit dansaðu føroyskan dans.
Á veg oman til bussin gjørdist veðrið nakað harðligari við vindi og nakað av mjørka, men við góðum og tjúkkum klæðum og staðkendum fólki fylgdust vit oman, og lagið var gott. Á veg heim í bussinum vóru vit so heppin at hoyra Rana og Kamillu Ravnsfjall spæla nøkur løg.
Túrurin gekk væl og fyriskipararnir eru fegnir um, at tað eydnaðist at finna eina aðra loysn enn at ganga niðan á Slættaratind, hóast veðrið ikki var heilt til vildar.
Myndir frá tiltakinum koma á Facebook-síðuna hjá Fjúrtanda seinni í dag.