Greiðar hugsjónir frá ungmannafeløgunum

Tey fýra ungmannafeløgini, sum luttóku á pallborðsfundi í gjár, vóru øll samd um, at nýggj fosturtøkulóg skal gerast. Men hvussu nýggja lógin skal vera, er stór ósemja um.

Í gjár skipaði Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri almennum tiltaki í Miðlahúsinum. Fyrsti partur av fundinum var framløga frá Sjúrði Skaale um meiningakanninga “Fosturtøka í Føroyum”. Hon kann lesast her.

Á fyrra pallborðsfundinum luttóku fýra ungmannafeløg. Tey luttakandi vóru Beinir Johannesen fyri Huxa, Rúni Steintún fyri Ung fyri Miðflokkin, Barbara Gaardlykke Apol fyri SU og Hervør Pálsdóttir fyri Unga Tjóðveldið. Tað gjørdist skjótt greitt, at kjakið fór at vera deilt upp í tvey. Huxa og UfM vilja herða fosturtøkulógina, og SU og Unga Tjóðveldið vilja liberalisera lógina.

– Sjálvandi mugu vit endurskoða lógina. Hon er 61 ára gomul. Unga Tjóðveldið vil, at lógin verður liberaliserað mundandi, soleiðis at frí abort verður í Føroyum, segði Hervør Pálsdóttir.

Huxa og UfM vístu á, at teir meta, at tey mest grundleggjandi mannarættindi eru at vera føddur. Einasta føri, har kvinnan skal hava møguleika fyri at fáa fosturtøku, er um lívið á kvinnuni er í vanda. Í dag er soleiðis, at tað ber til at fáa fosturtøku undir serligum treytum, t.d. um neyðtøka er framd, um kvinnan er sálarliga illa fyri, og um lívið á kvinnuni er í vanda. Teir vildu tískil herða lógina.

Rúni Steintún vísti á, at lógin bæði skal herðast og haldast. Hann kallaði fosturtøku at taka lív. Hervør Pálsdóttir spurdi síðan Rúna, hvussu kvinnan skal revsast, tá ið hann meinti, at fosturtøka var at taka eitt lív. Hetta helt hann vera at fara burtur frá sjálva evninum.

Hervør Pálsdóttir vísti á, at tað er ábyrgdarleyst at royna at forða fyri fosturtøku við at seta bann í verk. Hon skal heldur fremjast av serfrøðingum, og ikki av privatfólki. Barbara Gaardlykke Apol vísti á tøl frá heilsufelagsskapinum WHO, at nógvar kvinnur doyggja um árið av fosturtøku. WHO upplýsir á teirri heimasíðu, at 47.000 kvinnur doyggja hvørt ár av trupulleikum við fosturtøkum. Til ber at lesa meira um tað her.

Umboðini fyri Unga Tjóðveldið og SU vístu ikki nágreiniliga á, hvat vikumarkið skal vera fyri fosturtøku. Tær vístu báðar á, at tað hevur týdning, at tað er trygt fyri kvinnuna og at hon hevur góða umhugsanartíð.

Bæði Beinir Johannesen og Rúni Steintún vístu áhaldandi á, at barnið hevur rætt til lív. Hervør Pálsdóttir og Barbara Gaardlykke Apol vístu hinvegin á, at kvinnan hevur rætt at ráða yvir egnum kroppi.