Grein um Føroyar á Aljazeera

Á Aljazeera høvdu tey fyri kortum film um asiatiskar kvinnur, ið gifta seg til Føroya. Í dag er stutt grein á heimasíðuni hjá tíðindastovninum um tað sama. 

– Her eru vit tryggari, Fillipinurnar eru vandamiklari, serliga um náttartíð… Eg haldi, at Føroyar eru síðsta paradísið í heiminum, sigur Grace, ið flutti til Føroya fyri seks árum síðani, við Aljazeera.

Í grein, sum Aljazeera skrivar um kvinnur, ið flyta til Føroya úr Asiu, stendur, at fleiri og fleiri kvinnur koma úr Asia. Aljazeera skrivar eisini, at hetta ger, at føroyska fólkið verður meira fjølbroytt av, tí kvinnur flyta hendan vegin úr Asia.

– Hesar kvinnurnar úr Asia fáa moralskan stuðul, vinarlag og hjálp at klára seg í Føroyum frá hvørjum øðrum. Tað er ikki lætt, men tær flestu eru fegnar um lívið í Føroyum og halda tað vera eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp, sigur Aljazeera.

Les alla greinina her