Greitt í dag um stjórn verður skipað

Tað verður greitt í dag, um samgongusamráðingarnar í Íslandi bera á mál ella ikki. Í dag skulu tingbólkarnir kjakast um samgonguskjalið. 

Tað er ein mánaður, síðan val var í Íslandi, og síðan tá hava tingingar verið um komandi samonguna. Fyrst royndi andstøðan seg, men Framsóknarflokkurin helt ikki, at ein samgonga við 32 av 63 tinglimum hevði verið nóg breið. Síðan andstøðan stegðaði at samráðast, hava Vinstri-Grøni flokkurin, Framsóknarflokkurin og Sjálfstæðisflokkurin tí havt samráðingar, og nú sær út til, at hesir flokkar fara at manna næstu stjórn í landinum.

Tað hevur alla tíð verið greitt, at ikki øll í Vinstra-Grøna flokkinum eru eins fegin um at fara í samgongu við Sjálfstæðisflokkin. Tveir limir í tingbólkinum atkvøddu beinleiðis ímóti, at flokkurin yvirhøvur samráddist við Sjálfstæðisflokkin, har formaðurin Bjarni Benediktsson. Hann hevur verið forsætismálaráðharri. Íslendskur politikkur hevur verið merktur av óstabilum samgongum og persónligum gølum. Vinstri-Grøni flokkurin misti eisini nógvar limir, eftir at tað gjørdist greitt, at flokkurin samráddist við Sjálfstæðisflokkin.

Katrin Jakobsdóttir, forkvinna í Vinstra-Grøna flokkinum, segði við RUV í gjár, at tað væntandi var greitt í seinasta lagi í dag, um samgonga fór at verða skipað við Sjálfstæðisflokkin. Í dag skuldu formenninir í flokkunum leggja úrslitið av samráðingunum fram fyri egnum tingbólkum, og síðan skuldi verið greitt, um grundarlag er fyri framhaldandi samráðingum. Bjarni Benediktsson seðgi við RUV, at tað enn vóru nøkur smáting, ið skuldu koma upp á pláss, áðrenn samgongan alment varð skipað, men hann væntaði, at Altingið kundi koma saman um eini tíggju dagar. Um samgongan kemur á mál við samráðingunum, verður Katrin Jakobsdóttir helst forsætismálaráðharri, ímeðan Sjálfstæðisflokkurin fær flest ráðharrar.