‘Grønlænderstiv’ nýtt danskt orð

Frá í dag verður nýggja danska orðið ‘grønlænderstiv’ at finna ímillum orðini í Den Danske Ordbog. Orðið hevur elvt til kjak, og nógvar atfinningar hava verið á lofti um orðið. 

GrønlænderstivSLANG stærkt beruset af alkohol. 
Eins og sæðst omanfyri merkir nýggja lýsingarorðið ‘grønlænderstiv’, at vera øgiliga drukkin. Tað kom fram í síðstu viku, at orðið fór at verða partur av donsku orðabókini frá í dag.
Tað vórðu beinavegin fleiri atfinningar havdar á lofti ímóti avgerðini at taka orðið við í orðabókina. Forkvinnan í paraplyfelagsskapinum Inuit, sum er savningarfelagsskapur fyri 23 grønlendskir felagsskapir, Malene Schørring, hevur millum annað sagt, at tað særir grønlendska fólkið, tá ið tílík orð verða nýtt.
Hinvegin hava tey, ið vilja hava orðið við í orðabókina talað fyri, at eisini keðilig orð eiga innivist í orðabókini. Víst hevur verið á, at orðið neger eisini er partur av orðabókini, hóast tað eisini er ógvuliga niðurgerandi.
Tá kendi grønlendski politikkarin Kuupik Kleist í gjár varð heiðraður av Ebbe Muncks heiðurprísinum á Kristiansborg, endaði hann taluna við at viðmerkja aktuella kjakið um niðurgerandi orðið.
– Hatta var, ið hvussu so er ikki ein serliga edrúulig avgerð, segði hann og vísti á, at tað var betri at byggja brýr enn at geva tílíkum orðum innivist í orðabókini.