Hetta verður avdúkað í nýggjar bók eftir Anne Kristine Hermann, ið nevnist ‘Imperiets børn’. Høvundurin er journalistur og antropologur, og í bókini skjalfestir hon, hvussu Danmark lumpaði ST, og á tann hátt fekk Grønland at gerast partur av danska kongsveldinum, heldur enn at vera eitt hjáland, sum so hevði átt rættin at gerast sjálvstøðugt.
Anne Kristine Hermann tekur støði í einum lítið ansaðum fundi í Grønlendska Landsráðnum 9. september 1952, har grønlendski landshøvdingin Poul Lundsteen, sum var danskur embætismaður, og 13 aðrir landsráðslimir viðgjørdu eitt at síggja til lokkandi tilboð frá Danmark, sum snúði seg um, hvørt grønlendingar í framtíðini vildu hava tvey umboð í danska lóggávutinginum?
Hóast ósemja var millum landsráðslimirnar, sum vóru umleið helvt um helvt dansksinnaðir og grønlandssinnaðir, tóku ráðslimirnir á einum seinni fundi, har eingin skrivlig frásøgn varð gjørd, av danska tilboðnum.
Tað, sum grønlendingar ikki vistu, var, at Poul Lundsteen landshøvdingi, hevði fingið eitt ‘loyniligt’ bræv frá danska forsætisráðharranum Erik Eriksen, við strongum boðum, um ikki at nevna nakað um tær fólkarættarligu avleiðingarnar, ið eitt ‘ja’ fór at hava við sær.
Eitt grønlendskt ‘ja’ hevði nevniliga merkt, at Grønland ikki longur var at rokna sum hjáland, og tí, sambært ST-sáttmálanum, ikki longur hevði rætt til at taka sjálvræði og loysa frá Danmark.
Við at siga ‘ja’ at gerast norðasti landslutur í Danmark, søgdu grønlendingar, uttan at vita av tí, frá sær sín egna rætt at ráða yvir egnum landi.
Byrjanin til daniseringina av Grønlandi
Høvundurin hevur valt at byrja bókina ‘Imperiets børn’ við hesum avgerandi fundi, tí hon metir hesa avgerð sum tað stóra skiftið til tað, sum vit í dag kunnu nevna ‘daniseringina’ av Grønlandi. Tað var á hesum fundi, at grønlendingar alment søgdu ‘ja’ til at vera ein partur av Danmark. Í bókini vísir høvundurin m.a. á, hvussu væl danir megnaðu at undirspæla sín leiklut í sambandi við fundin og hesa lagnuavgerð grønlendinga.

Anne Kristine Hermann tekur í bókini støði í ymiskum viðurskiftum, tá hon lýsir innlimanina av Grønlandi í danska ríkið sum eitt ‘fløkt mál’.
Í fyrsta lagi spyr hon, hví grønlendsku landsráðslimirnir valdu at taka av danska tilboðnum, hóast teir innanhýsis vóru ósamdir um hetta?
Í øðrum lagi spyr hon, hví Grønlendska Landsráðið bert fekk tveir dagar at umráða seg í at taka avgerðina, hóast allir partar ynsktu at brúka meira tíð, so spurningurin kundi verið umrøddur saman við veljarunum.
Í triðja lagi spyr hon, hví danska stjórnin – beint ímóti sannleikanum – boðaði ST frá, at grønlendingar høvdu fullan kunnleika um aðrar møguleikar, sum samsvarandi ST-sáttmálanum stóðu opnir fyri einum fyrrverandi hjálandi.
Í fjórða lagi spyr hon, hví danska stjórnin – aftur beint ímóti sannleikanum – boðaði ST frá, at tað var eitt grønlendskt ynski, at ‘tann stóra oyggin skuldi knýtast tættari at Danmark.
Og sum tað fimta, hví tann so viðurkendi og høgt virdi fólkarættarløgfrøðingurin, Alf Ross, sum í einum svari hevði lagt doyðin á rætt grønlendinga til loysing og sjálvstýri, fekk múlaband, so hansara løgfrøðiliga meting varð krógvað fyri grønlendingum.
Grønlendingar kroystir
Løgið er tað eisini, at endaliga avgerðin í Landsráðnum varð tikin á einum fundi, har einki skrivligt upprit er at finna. Tí gitir høvundurin, at tað kann hava okkurt við tað at gera, at fleiri av limunum í Landsráðnum vóru í starvi hjá hjálandaveldinum sum fyristøðufólk, lærarar ella hjálparprestar.
Teir vóru við øðrum orðum í starvi hjá Eske Brun, ið var deildarstjóri í Grønlandsstýrinum í Keypmannahavn. Eisini er vælkent, at grønlendingarnir vóru vanir við at akta og tillaga seg, tá danskarar settu kravboð. Eingin demokratisk fatan var um, at tað eisini bar til hjá grønlendingum at siga frá. Og kanska hevur eingin havt hug til at taka tað stríðið á seg.
Anne Kristine Hermann sigur í samrøðu við blaðið Information, at tilfarið í skjalagoymslunum vísir, at grønlendingar skýggjaðu alt slag av ósemju og stríði. Í dag kunnu vit undrast á, at tað ikki var størri mótstøða tá.
Danir villeiddu Sameindu Tjóðir
Síðan kemur túrurin til ST, har tað eydnaðist danska ríkisdagsliminum Hermod Lannung, sum tá var diplomatur í ST, at fáa undirtøku fyri møguleikanum, at eitt fyrrverandi hjáland ikki nýttist at fáa sjálvstýri, um tað varð upptikið sum partur av hjálandaveldinum. Harumframt eydnaðist honum at sleppa undan einari fólkaatkvøðu millum grønlendingar, við at vísa á, at ynskið um at verða upptikin sum partur av Danmark, var komið frá grønlendingum sjálvum og ikki frá dønum.
Í bókini setir Anne Kristine Hermann spurnartekin við framferðina hjá Danmark, tá fólkaatkvøða var um donsku grundlógina í 1953, har tað bert vóru danir, og ikki grønlendingar, sum atkvøddu um Grønlendsku upptøkuna í danska ríkið. Svarið frá Lannung var, at grønlendingar frá byrjan av vóru greiðir yvir og vitandi um teir møguleikar, sum ST-sáttmálin gav einum hjálandi. Men hesum ivast høvundurin stórliga í, og ger vart við, at einki tekin er at síggja nakrastaðni í skjalagoymslunum um, at grønlendingar skuldu vita, at teir sum hjáland høvdu rætt til sjálvstýri. Anne Kristine Hermann ivast ikki í, at hevði ST vitað, at grønlendingar ikki vóru vitandi um støðuna, so hevði málið ikki gingið ígjøgnum sum slíkt í ST.
Danir greiddu ST frá, at danir og grønlendingar vóru ógvuliga líkir, tá tað snúði seg um mentan og uppruna. Sambært dønum vóru eingir “eskimoar” longur í Grønlandi, stendur skrivað í bókini.
Hesi viðurskifti verða annars viðgjørd í eini frágreiðing frá 2007 um avtøkuna av Grønlandi sum hjáland, ið sigur, at talan var um beinleiðis villeiðing frá danskari síðu. Men tá hugt verður eftir hesum í einum størri samanhangi, sæst eitt týðiligt mynstur, ið avdúkar, at danir vóru sinnaðir at fara langt í royndunum at forða grønlendingum í at taka loysing.
– Og hví vildu danir so tað?
Tað er ikki rætt at undirmeta tjóðskaparhugsanina, ið ráddi millum leiðandi danskar politikarar, bæði í danska Javnaðarflokkinum og í Vinstraflokkinum, sum fyri alt í verðini ikki vildu hava Danmark at tódna enn einaferð, eftir at Føroyar høvdu fingið eina avtalu um heimastýri, og Ísland hevði endaliga loyst seg úr danska kongsríkinum. Soleiðis skuldi ikki gangast við Grønlandi.
Fiskirættindi til danskar fiskimenn
Harafturat snúði tað seg um fiskirættindi til danskar fiskimenn, sum frá danskari síðu varð hildið at kunna vera grundarlag undir einari nýtímansgerð av Grønlandi, har íbúgvarnir skuldu flytast úr bygdinum og savnast í fýra størri býum á vesturstrondini. Her skuldu teir búgva í íbúðarblokkum, arbeiða á fiskavirki og so líðandi skapa sær eina tilveru, sum skuldi verða meira og meira átøk teirri hjá dønum.
“Miðsavnanin av íbúgvunum og danskt í undirvísingini, vóru teir ásar, sum nýtímans Grønland skuldi snúgva seg um.”
Flestu grønlendingar livdu tá sum veiðufólk, sum í høvuðsheitum var tað sama, sum forfedrarnir høvdu livað av. Bert í m.a. Godthåb (í dag Nuuk) var nakað, ið kundi sigast at vera ein grønlendsk elita.
Ávegis í tilgongdini komu bjartskygdar fráboðanir um, at møguligar stórar nøgdir av blýggi og zinki í grønlendsku undirgrundini. Og at enda var tað atlitið til altjóða trygdina, har Grønland var eitt av teimum kortum, sum Danmark brúkti í sambandi við limaskapin í NATO. Í stuttum høvdu danir verið noyddir at góðtikið, at USA ikki ætlaði sær at rýma úr Norðurgrønlandi, og Grønland gjørdi, at Danmark fekk eina nógv sterkari støðu í øllum NATO-samstarvinum.
Grønlendingar vóru viðfarnir sum børn
Í kanningararbeiðinum í sambandi við bókina er Anne Kristine Hermann ferð eftir ferð komin fram á skjøl sum vísa, at danir lítilsmettu grønlendingar, og at teir vóru mettir at vera eitt tilafturskomið fólk, sum skuldi verða uppald sum børn.
Tá á døgum evnaðu danir ikki at ímynda sær, at grønlendingar sjálvir vóru førir fyri at stýra sínum landi, fyrr enn teir vóru blivnir meira evropeiskir. Og hesin hugsanarháttur var eisini at finna millum fleiri grønlendskar politikarar. Alt tað siðbundna grønlendska kundi ikki brúkast til nakað, fyri miðsavnan, útbúgving á donskum, framleiðsla, effektivisering og ídnaðargerð var einasti rætti vegur fram á leið, um endi skuldi fáast á tí sera fátæka og sparna lívi, sum tann stóri parturin av grønlendsku veiðumannasamfeløgunum var myndaður av.
– Men var tað ikki gott fyri grønlendingar við menning?
Jú, fyri nakrar. Men fyri aðrar varð tað heilt galið. Eg rokni ikki við, at grønlendingar kundu havt varðveitt sína gomlu upprunaligu mentan óbroytta. Men tað, at nýtímansgerðin fór fram við so miklari ferð, gjørdist ein mentanarskelkur, eisini hjá teimum grønlendingunum, sum stuðlaðu menningini.
ST hildið uttanfyri
Tann nógva ferðin komst eina mest av, at ST ikki slapp at blanda seg uppí. Danir kundu m.a. vísa á, at eitt stórt arbeiði var sett í verk at lyfta grønlendingar upp á sama livistøði, sum restin av fólkunum í danska ríkinum.
Tey sonevndu royndarbørnini, sum í 1952 vórðu flutt til Danmarkar, vóru liður í nýtímansroyndunum. Hugsanin var, at 22 grønlendsk børn skuldu flytast til Danmarkar, og læra danskt, so at tey sum vaksin kundu vera við til at stýra Grønlandi. Men, sum áður nevnt, gjørdist úrslitið so ræðandi, at Mette Frederiksen forsætisráðharri var noydd til alment at umbera fyri tað umsorganartrot, ið hesar royndir høvdu havt við sær fyri børnini.
Í hesum sambandi vísir Anne Kristin Hermann á, at eisini í framtíðini eru slíkar nýtímansroyndir – harímillum eisini tann ferðmikla flytingin frá bygdunum – bornar fram sum gerningar, sum við støði í tátíðar vitan og kunnleika vórðu framdir ‘fyri teirra egna besta’. Men tað er ikki rætt, vísir Anne Kristin á.
Tá slíkur málburður verður brúktur, fáa vit ta fatan, at fólkini, sum tá ráddu fyri borgum ikki vistu betur, og at tað, sum gjørt varð, var eina og aleina gjørt fyri at hjálpa grønlendingum. Men har var eisini talan um, at Danmark sum hjálandaveldi vildi verja um síni hjálanda áhugamál, og tað vóru eisini fólk í fremstu røð tá, ið ávaraðu ímóti at nýtímansgerðin fór ov skjótt fram, og tí er tað eftir mínum tykki alneyðugt at fáa gjørt upp við hetta orðalag, tá talan er um Grønland, sigur Anne Kristin Hermann, ið vónar, at bókin fer at vera við til at økja um almennu tilvitskuna, tá talan er um Grønlendsk viðurskifti sum heild, og grønlendska søgu og mentan.
Kelda: Information, 7. juni 2021