Guðrun & Bartal aftur á pall

Eitt av mest eyðsýndu tónleikanøvnum á føroyska pallinum fyri nøkrum árum síðan, Guðrun & Bartal eru komin afturíaftur. Ein nýggj EP er á veg, og til ber at smakka tann nýggja tónleikin saman við bestubitum av fyrru útgávuni, tá ið tey fara á pall á Reinsarínum.

Konsertin á Reinsarínum verður hósdagin 17. august kl. 20. Hetta er fyrstu ferð tey spæla konsert við bólki, síðan tey góvu sína fyrstu útgávu Vónin er út í 2014.

Tey fara at spæla helmingin av hesi útgávuni, umframt okkurt av nýggju EP-ini, ið tey eru í holt við at leggja seinastu hond á saman við Sakarisi Emil Joensen.

Tey, ið manna bólkin hetta kvøldið, eru Guðrun Pætursdóttir Háberg, sum syngur, Bartal Augustinussen, sum spælir gittara, Torleik Mortensen, sum spælir bass, Mattias Kapnas, sum spælir tangentar og Hjørtur Háberg, sum spælir á trummur.