Hægst arbeiðsloysi í Suðuroynni

Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%. Hetta er tað lægsta síðani 2008. Tó eru tað ikki øll øki í landinum, sum fáa ágóðan av góðu tíðunum. Í Suðuroynni er arbeiðsloysið heili 5,3%. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. 

Í fjør summar lá arbeiðsloysið á 2,8% og er síðan minkað munandi. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 630 persónar í juni í ár, tað eru 158 færri enn í juni í fjør, 86 færri menn og 72 færri kvinnur.

Ein orsøk til høga arbeiðsloysi í Suðuroynni í juni mánað er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, tá ið virkið nærum brann í grund, heldur Hagstovan. Tvøroyar kommuna hevur givið Varðanum Pelagic loyvi at byggja aftur á sama staði, sum virkið lá áðrenn eldsbrunan.

Lægsta arbeiðsloysið er í Eysturoynni og Norðoya sýslu, har tað er ávikavist 1,2% og 1,4%. Í Sandoyar sýslu er arbeiðsloysið 1,7% og í Vága og Norðstreymoyar sýslum er arbeiðsloysið 1,8%. Í Suðurstreymi er arbeiðsloysi eitt sindur størrið við 2,4%.

Ávísur munur er eisini millum kynini. Arbeiðsloysið er 1,9% hjá monnum og 2,6% hjá kvinnum. Hagstovan vísir á, at munurin millum kynini, tá ið tað kemur til arbeiðsloysi, er minkaður seinastu árini, tó at hann enn er til staðar.