Handilin í Oyndarfirði letur uppaftur

Handilin hjá Eivind hevur verið stongdur í eina tíð, eftir at Eivind Petersen andaðast, 90 ára gamal. Men í fráboðan á Facebookbólkinum “Oyndfirðingar á Facebook” skriva børn Eivinds, at handilin nú letur upp aftur. 

Brandar Heðinsson hevur skrivað, 

Eivind Petersen starvaðist í versluni í Oyndafirði í 75 ár, og Oyndafjørður er eisini ein av teimum fáu, smáu bygdinum, ið hava havt handil so leingi. Tíverri andaðist Eivind Petersen í ár 90 ára gamal  eftir drúgva tíð í starvi sínum, og handilin hevur verið stongdur síðan tá.

Men nú gera tey aftur eina roynd í Oyndafirði at lata handilin hjá Eivindi Petersen uppaftur. Í brævi til oyndfirðingar og hellufólk skriva børn Eivinds, at tað er ilt at kappast við størru handlarnar í øllum, men at tey hóast hetta vilja halda lív í handlinum bygdunum at frama. Tí í handlinum, ið liggur beint, sum tú kemur til Oyndfjarðar, hittast fólk til tilvildarligt prát. Um veturin er eisini hált at koyra eftir smærumerkta oyndfjarðarvegnum at fara til handils. Handilin eigur tískil stórt mentarnarligt virði fyri ta lítlu bygdina.

Kappingarføri
Í skrivinum, sum Fjúrtandi hevur fingið loyvi at lesa, stendur, at tað er ein torfør uppgáva at reka handilin. Hann er lítil, og hevur ikki stóran kundaskara, sum aðrir handlar á størri plássum hava. Tað elvur so til, at vørurnar í handlinum hjá Eivindi verða nakað dýrari enn annars; tó so eru føroysku vørunar um sama prísstøði sum aðrastaðni.  Men kappingin um tey keypandi um fjørðin fer tó at hava við sær, at lívið í bygdini gerst ríkari av handlinum; og kappingin er tá sum so ikki ein marknaðarkapping eina, men eisini um at varðveita smástøðini; og kanska helst hesa søguligu bygd, ið eigur eini 1000 ár á baki.

Morgunbreyð leygardag
Miðað verður eftir at víðka um úrvalið m.a við morgunbreyði leygarmorgun, umframt at ein kann umbiðja sær eina ávísa vøru. Eisini er greitt frá nær vørunar koma, so ein kann leggja keypið til rættis og fáa ta feskastu vøruna.

Handilin hjá Eivindi læt upp í dag kl.14 við køku, kaffi og hugna.

Fyribils er talan tó bert um eina royndartíð, og handilin verður opin allar virkisdagar og leygardagar til tann 1. apríl.