Heilsutrygd hevur sett Hanus á Lógv í starv sum kommunulækna í Norðoya læknadømi.
Hanus á Lógv nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 1988 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hanus á Lógv hevur drúgvar royndir innan læknayrkið – bæði á sjúkrahúsum og í kommunulæknaviðtalum.
Í 1997 fekk hann serlæknagóðkenning innan kirurgi og virkaði sum skurðlækni í Svøríki og seinni sum vikarierandi yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hann arbeiddi eisini í fleiri ár sum kommunulæknaavloysari í Norðoya læknadømi, áðrenn hann fyri trimum árum síðani fór undir at fáa sær serlæknagóðkenning innan almenn medisin.
Hanus á Lógv tekur við starvinum í Norðoya læknadømi 1. apríl 2018.