HAV – ein framsýning um Blue Fashion Challenge

Framsýningin, sum luttók á Copenhagen Fashion Week herfyri, verður nú eisini at síggja í Posthúshjallaranum í Klaksvík í døgunum 19-24 februar 2018.

Á framsýningin ber til at síggja tað, sum teir 10 norðurlendsku sniðgevarnir fingu burturúr, tá ið teir fingu til uppgávu at sniðgeva klæðir burtur úr kópaskinni, skræðu og taratekstili. Talan er um burðardygt tilfar, ið alt hevur sin uppruna í sjónum.

Umframt klæðini verða eisini myndir frá Blue Fashion Challenge tiltakinum, sum var í Føroyum í august 2017. Tað er heimskendi fotografurin Tommy Ton, ið tók myndirnar. Tommy Ton var bergtikin av teimum serligu umstøðunum í Klaksvík at taka mótamyndir í heimsflokki. Hann var hugtikin av náttúruni, býnum. umhvørvinum og øllum virkseminum kring fiskivinnuna, sum hann brúkti seta saman við føroysku modellunum og vøkru klædnasniðunum.

Framsýningin verður alment sett mánadagin 19. februar kl. 16.00 av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Høgna Hoydal. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, og umboð frá NORA luttaka eisini í setanini.

Tað var føroyska Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, ið gjørdist vinnari av kappingini Blue Fashion Challenge. Hon vísti, hvussu tað bar til at sameina skapanina av nútímans móta burtur úr burðardyggum tilfari úr sjónum. Sniðið hevur longu vakt ans víða um í heiminum.

Sissal Kjartansdóttir Kristiansen vann Blue Fashion Challenge kappingina. Model: Jenny. S. Wardum

Framsýningin er partur av stóru verkætlanini Vøkstur í bláum tilfeingi, sum Fiskimálaráðið tók stig til og sum var partur av føroyska formannskapinum í Norðurlendska Fiskivinnusamstarvinum í 2015. Tað er NORA – Norrønt Atlantssamstarv sum skipar fyri framsýningini vegna Fiskimálaráðið. Úr Klaksvík ferð framsýningin til Íslands, har hon skal sýnast frá á Kjarvalsstøðum. Hetta er partur av stóra mótatiltakinum Hønnunarmars, sum verður í Reykjavík í døgunum 15. til 18. mars.

Framsýningin verður í Posthúskjallaranum í Klaksvík 19-24 februar, allar dagar kl. 13.00-16.00.

Ovara myndin: Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir gjørdist nummar tvey í kappingini.
Model: Katrina B. Egholm